Jens Pauli er farin um sýn og eftir standa minnini. Hann vaks upp í Sandavági, foreldrini vóru Leivur Johannesen, Norðan fyri Vegg í Hesti og Jensina Heinesen á Lofti í Sandavági. Leivur og Jensia átti 9 børn, tríggjar gentur og seks dreingir, Jens Pauli var næstelstur í flokkinum. Sigast kann, at barnaárini vóru trygg og góð. Leivur sigldi sum skipari og Jensina var heima hjá børnunum. Jens Pauli hevði sína dagligu gongd heim á Loft, har mammubeiggjarnir, Dánjal og Edvard búðu, haðani fekk hann nógv gott í beinini.
Gott grannalag var við húsini omanfyri veg, har hjúnini, Petur Heinesen, vanliga nevndur Petur á Lofti og konan Maria Johannesen ættað úr Hesti, vóru systkin at hjúnunum niðan fyri veg. Børn teirra vóru sostatt dupult systkinnabørn; sigast kann, at har var gott samskifti báðar vegir.
Jens Pauli hevði tvey lívsstørv, hann var skipsførari og seyðabóndi. Førdi skip úti í heimi og var fleiri mánaðar heimanífrá. Minnist, tá hann kom aftur frá langfarti, hvussu glaður og vældámdur hann segði frá tí, hann hevði upplivað á síni ferð. Vit, ið lurtaðu kundu ímynda okkum hvussu spennandi og eisini syrgiligt tað kundi vera úti í heimi. Skjótt lat hann seg úr teimum ljósu klæðunum og lat seg í gerandisklæði, sum oftast var knæbuksir, vadmalskot og hettu, tí seyðurin og hagin skuldu røkjast. Jens Pauli var ognarbóndi, dámdi væl at ganga í haganum og røkta. Har gekk hann í egnum tonkum og í huganum livdi saman við forfedrunum, ið høvdu traðkað somu gøtur, og lært hann alt um seyð, bø og haga.
Jens Pauli sigldi mest sum øll árini, líka til pensjónsaldur, tá hann legðist uppi. Hann gleddi seg til, at hann nú burturav kundi taka sær av haganum; hann hevði stórar ætlanir fyri haganum. Hvønn morgun var hann snimma á fótum og fór til verka; ein kundi undrast á, hvaðani øll hansara orka kom frá.
Konu fekk hann av Glyvrum. Jens Pauli og Elinborg vóru nakað tilkomin, tá tey gingu saman í hjúnalag. Børnini hjá teimum vóru børnini úr báðum ættunum, ið javnan vitjaðu tey; ikki var dagur, at ikki okkurt barnið var uppi hjá teimum og vitjaði. Eyðsæð er, at tey hava havt tað gott har, tí tey hildu á fram at vitja øll barnaárini og halda fram, nú tey sjálvi hava fingið børn. Seinastu nógvu árini hevur systurdótturin, Jenny verið hvørja fríløtu hjá teimum, til stóra gleði fyri tey bæði.
Deyðin kann koma bráðliga. Eingin hevði væntað, at dagarnir hjá Jens Paula, vóru taldir, tá hann varð sendur til Havnar at kannast fyri onkran treða, hann hevði følt sær. Fáar dagar frammanundan hevði hann verið á fjalli; seinni sama kvøldið lærdi hann ein av teimum ungu kynstrið at fletta.
Familjukærur var hann sum fáur; hvørja ferð onkur minnisdagur varð hildin í familjuni, var hann við. Tá tey sjálvi hildu onkran dagin sást, at tey høvdu ein stóran vinarskarða, tí mong vóru tey, ið leitaðu til Sandavágs at gleðast saman við teimum, og blíðskapurin var altíð stórur; hesin stóri skarin sást aftur, tá hann var borin til sín seinasta hvíldarstað.
Jens Pauli var fosturlandskærur, hevði stóra virðing fyri søguni og tí, ið farið er. Vit dýpa høvur og lýsa frið yvir minnið um Jens Paula á Lofti.
Kristianna