Eg eri so kedd av, at tú ikki ert her. Tú hevur verið vekk í sjey ár, men tað følist , sum tað var i gjár, eg sá teg. Tey minni, eg havi um teg, eru nógv saknað og kunnu ikki sigast við orðum. Allan tann kærleikan og alla ta gleði, tú gav mær, eri eg takksom fyri. Tú hevur lært meg nógv um lívið.
Takk fyri at eg fekk loyvi til at bera teg i níggju mánaðir og at taka ábyrgd av tær, mítt deiliga lítla barn, og at eg slapp at verða mamma tin eina tið.
Eg elski teg. Tú vart ein gáva frá Gudi, sum hann vildi hava aftur. Eg hugsi um teg hvønn dag, og hvat tú tekst við.
Mítt elskaða barn, mamma gleðir seg inntil vit síggjast aftur. men eg veit ikki, nær tað verður, men ein dag verður tað.
Takk mítt elskaðia barn, at eg fekk lov at vera mamma tín eina tíð her á føld.
Eg elski teg
--------
mamma tín