Minningarorð um Jenny Eliassen

Fødd: 30.01.1914 – Deyð: 29.07.08

Góða langomma, kjarnin í okkara kæru familju.


Saknurin er stórur, nú tú ikki longur ert millum okkara. Men tú ert í mínum tonkum.


Eg sakni títt smíl og tín látur. Títt heita klemm og ikki minst títt positiva og ófordømandi lyndi. Ongantíð ónøgd, men altíð tolin og glað um tað, tú hevði og fekst. Eins og tú altíð hevði alt, tær ynskti og tørvaði. Martin, langabba, saknaði tú tó nógv. Men umframt tað, so vart tú ein sannur lívsnjótari. Við upp á alt og hvíldi veruliga í tær sjálvari. Hetta smittaði yvir á okkum, tá vit vóru saman við tær.


Ein góður sjavsari vart tú burturav. Mjólkarbollar við nógvum sukri á, og so “ein kross afturat”, plagdi tú at siga. Ongantíð var tað tú, sum gav skarvin yvir og vart móð, hóast tú hevði rundað tey 90 árini. Nei, heldur njóta løtuna, og so má svøvnurin bíða. At leggja seg í seingina, hóast ryggurin gav tær nógva pínu seinastu árini, nei, tað tímdi tú ikki. Heldur vildi tú ferðast til Slættanesar, Gásadals og Funnings. 1-2-3 so leypst tú av bátinum, tá hann nærkaðist klettinum á Slættanesi. Og í Funningi, ja, har skuldi tú út við í bøin at heingja upp í turkilað og seta eplir niður. Sjálvt tann dagin, tú so brádliga doyði, vart tú gongutúr niðri á kaiini í góðveðrinum. Og seinni satst tú í stovuni og bantst góðu ullintu hosurnar, sum vit øll hava havt so stóra gleði av. “Heldur tú tær passa?” spurdi tú og gav tær burtur til tann fyrsta, sum kom framvið. Ja, løtuna átti tú og neytst hana saman við teimum, sum høvdu tíð til tess. “Kemur tú ikki at vitja ommulang skjótt?” spurdi tú altíð og hugdi beint inn í eyguni á mær við tínum hjartagóðu eygum. Ja, stuttligt var tað at koma á gátt í tínum heita køki at fáa ein temunn, ein sukurmola og eina harða karamell-karamellu. Altíð var tað so ringt at fara avstað aftur. “Ert tú góð við ommulang?” ljóðaði tað. Ja, eingin ivi er um tað. Vit elskaðu teg og gera tað enn. Minnini um teg eiga vit eftir við gleði.


Hvíl í friði, elskaða langomma!


Langommudóttir