Minningarorð um Jaspur Midjord

f. 04.08.1924 - d. 07.12.2007

Hann lá framyvir køksborðið - við tí brúna kaffikrússinum í høgru hond - kaffiroykurin leitaði sær upp ímóti loftinum. Eitt ár var ligið síðani hansara elskaða blóma følnaði, tey vóru á gullbrúdleypsferð á flatlondum tá hon slóknaði - og hansara lívsins ljós brann út og við henni kámaðist ljósglæman í eygum hans. »Hann sang fyri mær«.


Sig nærmer tiden, da jeg må væk,

jeg hører vinterens stemme;

thi også jeg er kun her på træk

og haver andensteds hjemme.


Jeg vidste længe, jeg skal herfra;

det hjertet ikke betynger,

og derfor lige glad nu og da

på gennemrejsen jeg synger.


Jeg skulle sjunget lidt mer måske -

måske vel også lidt bedre;

men mørke dage jeg måtte se,

og storme rev mine fjedre.


Jeg ville gerne i Guds natur

med frihed spænt mine vinger,

men sidder fast i mit snævre bur,

det alle vegne mig tvinger.


Jeg ville gerne fra højen sky

udsendt de gladere sange;

men blive må jeg for kost og ly

en stakkels gældbunden fange.


Tit ligevel til en smule trøst

jeg ud af fængselet titter

og sender stundom min vemodsrøst

med længsel gennem mit gitter.


Lyt og, o vandrer! til denne sang;

lidt af din vej du hidtræde!

Gud ved, måske det er sidste gang,

du hører livsfangen kvæde.


Mig bæres for, som ret snart i kvæld

at gitterværket vil briste;

thi kvidre vil jeg et ømt farvel;

måske det bliver det sidste.


Lítla hvíta húsið í Øravíkarlíð, við trøðni, víkini og neystinum. Tú var vanur at siga »Mítt paradís«. Har sleit tú tínar barnaskógvar. Tað var áðrenn pedagogar og barnaansing sóu dagsins ljós. Hóast móðir og faðir vunnu sær til lívsins uppihald hinumegin fjørðin, frá morgni til myrkurs í fiskaarbeiði, so føldi tú teg sjáldan einsamallan, sum tú tók til, - »vinirnir hjá mær vóru kúgvin, kálvurin, hønurnar, dunnurnar og heiðafuglurin. Tað einasta tú var bangin fyri, var tarvurin. Tí hevði tú altíð ein stiga standandi uppat húsinum, so tú kundi fara uppá hoyløðuna um illa vildi til.


Tey róðu við lítla árabátinum til arbeiðis, morgun og kvøld. Um kvøldið, tá tú væntaði tey heim, sat tú frammanfyri gluggan og stardi út á fjørðin, tí tá mánalýsi var, kundi tú síggja árabløðini lyftast upp úr sjónum langt burt.


Tá ið tú var borin til dópin, var, sum vant skjótasti maðurin funnin at bera teg í kirkjuna, og væl mann hava verið runnið, tí tú var líka kvikur, inntil sjúka boygdi teg.


Tú var borin út úr somu kirkju, sum tú var við til at byggja, sum formaður fyri innandura arbeiðinum.

Hóast mong ár í Havn, var tín yndissangur »Tvøroyrarsangurin«.

Nú er myrkt og øskukalt í Krosslíð 4, men minnið um hjartahita og gestablídni livir.


Hvíl í friði kæri vinur.

Egin