Hetta skriftstað fær meg altíð at hugsa um Jákup Magnussen. Tí um tað var nakað sum eyðkendi Jákup Magnussen, so var tað bøn. Hann bað dagliga og regluliga. Hann hevði ein langan lista við nøvnun av menniskjun, sum hann í trúfesti dagliga legði fram fyri tann livandi Gud, við trúgv og áliti á, at Hann lønir teimum sum søkja Hann.
Hvønn týdning hetta hevur havt fyri okkara land, hansara avvarðandi og okkum øll sum vóru borin fram av hansara bønun, kann neyvan metast um.
Í Gudstænustini sum var send í útvarpinun sunnudagin, hevði Jógvan Fríðrikson eina góða talu um týdningin av bøn og forbøn. Hann greiddi frá eini eldri konu, sum hevði sagt honum frá, at hon altíð bað fyri honum og øllum sum bóru orðið fram. Hetta hevði givið honum styrki. Tí sum hann segði: Bøn og forbøn er flutningur av orku. Hann segði, at nú var henda konan deyð.
Hetta fær meg at hugsa um, at teir síðstu mánaðirnar havi eg hoyrt nógv andlát av eldri fólkum, sum hava verið sum varðar á leiðini. So nú stendur tað upp til okkum, um vit geva tað víðari, sum vit hava fingið, til komandi ættarlið.
Eftir at eg fyri stuttum var í einari danskari kirkju, gekk tað veruliga upp fyri mær, hvussu signaði vit hava verið við at hava havt prestar sum Jákup Magnussen, sum hevði ein greiðan boðskap um okkara glataðu støðu uttan Jesus Kristus.
Eitt annað sum eisini lá honum á hjarta, sum vit kanska verða mint ov lìtið á í dag, var at halda hvíludagin heilagan og hvørja signing tað bar við sær, bæði fyri landið og fólkið.
Eg takki Gudið fyri Jákup Magnussen og tann týdnin, hann hevur havt fyri mítt lív.
Sólfríð