Minningarorð um Jóhannis A. Østerø

Tórsdagurin í jóansøkuvikuni var ein vælsignaður dagur.
Vágsbygd var flaggskrýdd fyri forsætisráðharravitjan.
<DPTAB>    Men tú legði til merkis, at flestu fløggini vóru á hálvari stong. Jóhannis Østerø, mikladalsmaður og vágbingur, var farin stutt undan hálvthundraðáradegi sínum.

Sorgarsligin standa okur, tí her muna orð so lítið...
Fyrst í 1980 árunum hitti hann konu sína Elinborg, sumbiar-gentuna, sum var í Klaksvík og lærdi at gera hár. Tey giftust og búsettust á Skálabeiti í Vági.
Hóast hann var handverkari, var hann sjómaður um tað leitið. Døturnar Lív og Mona fingu hann tó at leggjast uppá land. Familjumaður, sum hann var, vildi hann vera heima hjá teimum. Virkin var hann á mongum økjum, fakfelagsmaður og kirkjumaður. Ongastaðni lá hansara partur eftir. Hann var av hesum vælmeinandi fólkaslagi, sum líkasum ikki dugir at siga nei.
Jóhannis sang í fleiri ár við okkum í Kirkjukórinum Ljómi. Við sínum lívsjáttandi, stillføra hugburði var hann sera hugnaligur at vera saman við. Øll árini í kirkjuráðnum var samstarvið okkara millum eisini serstakliga gott. Ikki minst tá ið tað eydnaðist okkum at fáa gamla Knud Olsen orglið í Vágs kirkju aftur til heiðurs og æru.
Tað gleddi hann almikið. Hann stóð mitt í rokinum og smíðaði kassar, tá ið orgulpípurnar skuldu pakkast niður og varisliga ballast í serstakan hálm.
Í Vágs kirkju er ein doypifuntur. Hann er har, hóast fólk kanska ikki geva sær far um hann. Úr Mikladali er hann komin. Og høgdur er hann úr góðum gróti. Soleiðis var Jóhannis.
Ein bygdarmynd er horvin. Ongantíð aftur fer hann við sínum eyðkenda gongulagi og við sínum lítla hundi at ganga Løðhamars- brekkuna. Sjúka nívdi hann í mong ár. Men nú er hann komin á fríðari fløtur, vinurin hjá okkum øllum.
Harrin styrki tykkum, íð eftir sita.
Friður veri við minninum um Jóhannis Østerø.

Kirkjukórið Ljómur