Minningarorð um Jógvan Isaksen, Klaksvík

f. 20. november 1931, d. 11. mai 2007

 

Seinasta fríggjadag, 11. mai 2007, andaðist Jógvan Isaksen úr Klaksvík 75 ára gamal.

 

Jógvan, sum var føddur 20. november 1931, var sonur Annu, fødd Wolles úr Uppistovu á Trøllanesi, og Joen Fr. Isaksen, Jógvan í Beiti, úr Leirvík, eisini nevndur Billu-Jógvan, av tí at mamman æt Billa.

 

Systkini vóru Bodil, Korintha, Suffía, Ruth, Sigvør og Finnbogi. Jógvan var triðelstur.

 

Jógvan royndi longu sum skúladrongur sjólívið við pápanum sum skipara. Jógvan var sjómaður fyrstu árini eftir skúlagongdina í Klaksvík. Eitt skifti var hann í innanoyggja farmasigling við Poppy, sum Kjølbro átti, og sum Malvinus í Vátutoft førdi. So var hann við Atlantsfarinum, sum pápin átti saman við Kjølbro, og sum Billu Jógvan sjálvur førdi. Eftir at pápin brádliga doyði í 1948 bert 51 ára gamal, vildi mamman hava Jógvan at vera heima. Tá arbeiddi hann hjá Skard, sum stoypti kai í Klaksvík, og tá gekk hann á motorskúla hjá Jóhan í Grótinum.

 

So var Jógvan aftur við Atlantsfarinum, sum mamman nú átti einsamøll. Hann var dekkari, motorpassari og kokkur. Millum skipararnar vóru Meinhard, pápabeiggin, og Kristian Olsen. Veturin 1951/52 gekk Jógvan til seturskipara hjá Fischer Heinesen, og veturin 1954/55 tók hann longdina. Hann var bestimaður við Atlantsfarinum, sum Poul Hansen reiddi út, og sum Júst í Túni og seinni Eiler Jacobsen førdu. Tað var í 1956 at Atlantsfarið við Júst sum skipara og Jógvani sum bestamanni, sum fyrsta føroyska fiskiskip í nýggjari tíð, var hin tiltikna túrin í New Foundlandi. Frá 1958 og fram til 1962 førdi Jógvan Atlantsfarið. Teir royndu í Grønlandi og New Foundlandi, og teir vóru á sild norðanfyri Føroyar. Ein vetur róði hann út við Solo, sum Jóannes hjá Dáva átti og førdi. Jógvan loysti okkurt skifti Jóannes av. Síðani var hann stýrimaður hjá Levi hjá Dáva, sum førdi línuskipið Stellu Mariu, og síðani førdi Jógvan Stellu Mariu,

 

Á heysti í 1964 fór Jógvan í land og gjørdist arbeiðsformaður á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hetta starvið røkti hann fram til 1985, tá ið hann saman við sváginum, Benna á Geilini, keypti Snørisvirkið, sum teir høvdu inntil 2003.

 

Fyrstu árini, eftir at hann var uppilagstur, dreiv Jógvan summarútróður við Eystnesi. Hetta var fyri Fiskirannsóknarstovuna. Setningurin var eitt nú at leggja lunnar undir rúsufiskarí eftir hummara. Onkrar túrar var hann við Stellu trolarunum á marknaði í Týsklandi, og hann førdi Jóannes Patursson, tá ið hann varð sigldur til Onglands til upphøggingar.

 

Jógvan hevði stóran áhuga fyri samfelagsmálum. Í 14 ár umboðaði hann Tjóðveldisflokkin í Klaksvíkar býráð. Hann var sóknarstýrisformaður í 1969 og býráðsformaður 1977-1980. Fýra ára skeiðið var Jógvan fulltíðar borgarstjóri og hevði tískil farloyvi frá starvinum á heilsøluni.

 

Hann hevði eisini mong álitisstørv. Millum nevndarsessirnar, sum Jógvan hevur røkt, er IRF, har hann var nevndarformaður, hann var stýrislimur í SEV, nevndarlimur í Klaksvíkar Sjómansskúla í 25 ár, Norðoya Bjargingarfelag (1972-2001) og í Sjóvinnubankanum (1989-1992). Eitt skifti var Jógvan til sjóforhoyrini, sum vóru á sýsluskrivstovuni í Klaksvík.

 

Jógvan giftist í 1957 við Harriet, dóttir Henrikku og Victor Danielsen, trúboðara, úr Fuglafirði. Tey giftust inn í Brekkuna til mammu hansara. Jógvan og Harriet fingu 4 børn, Jógvan, Henrikku, Hans Christian og Annfinn. Tey búgva øll í Klaksvík. Abbabørnini eru 9 í tali, 5 gentur og 4 dreingir.

 

Jógvan var lættur av lyndi og dugdi væl at siga frá. Hann var eisini trúgvur í Betesda. Saman við øðrum helt hann í nógv ár andakt á Norðoya Røktarheimi, og eisini ferðaðist hann seinastu vetrarnar kring landið saman við øðrum og helt møtir.