Sitandi undir vetrarklædda sólgylta Grímsfjallli, inni í fjálgu stovuni hjá mostur og gubba, lítandi út á spegilsblankan Hvalbiarfjørð, við Lítla Dímun í einari dimensión, nærri enn nakrantíð, fyllist mítt sinni við minnum.
Tá eg skrivaði tað seinasta summarkortið til tín mostur á sumri 2011, var Grímsfjall myrkagrønt og vallað. Levi Gerðisheim – tín maki í 56 ár – var akkurát farin undir grønu torvu, og hjá tær var tíðin fyri framman ein broytingartíð. Eitt hálvt ár seinni, tá føroysk jørð var íklødd snjóhvítan vetrarbúna, lá okkara kæra mostir undir børu.
Tit bæði – familjan Gerðisheim høvdu havt eitt ríkt lív saman. Tit vóru nakað serligt – ja, vit kunnu siga, at tit vóru ”orginalar” – livdu saman í ”tykt og tyndt”, arbeiðsom og røkin sum fá og funnu alla tíðina uppá ymiskt, sum tit gingu uppí. Tykkara felags ítriv var at fjálga um heimið, fyrst í Klakksvík og síðani í Hvalba.
Á Kráargøtu var tann vakrasti urtagarðurin – eitt lithav av blómum, rósutrøum og smølum gøtum, ið vóru klæddar vid ævintýrkendum skeljum og steinum. Tá mann opnaði tykkara grind steig fóturin á reydar og gular flisar, sum søgdu vælkomin inn til okkara.
Takk fyri minnisríkar løtur, tær ríkaðu okkara barnaverð.
Tá vesturskynið lýsti á tykkara lívsveg, vóru tit enn røsk og røkin og tað vóru tit, til tit fóru her frá. Tit bygdu eitt vakurt heim, innan og uttan, vesturi á Heyggi, sum gav tykkum stóra gledi og eitt eydnuríkt tídarskeið í meira enn tvey áratíggir.
1000 takk fyri alt tað góða tit hava gjørt fyri meg og míni.
”Tíðin rennur sum streymur í á”, yrkti langommubeiggin Fríðrikkur Petersen sáli, og tað er so satt, so satt. Hugtakið ”tíð” er óskiljandi og heilt einfalt abstrakt, og tað verða vit menniskju noydd at góðtaka. Tað handlar um at njóta løtuna her og nú og liva lívið.
Tit bæði mostir & gubbi vóru góð til at vera nærverandi í tykkara gerandisdegi, og vóru ongantíð bangin fyri at geva eina hjálpandi hánd.
Uttan fyri á Heyggi stendur ein megnar grótlagaður garður sum ein minnisvarði yvir, at tit vóru her.
Frá fyrsta degi, spakin varð settur í jørdina á Heyggi, byrjaði Levi at laga – skjótt hillnaðist, og áðrenn nakar visti av, vóru nýbygdu húsini umgyrd av einum vøkrum grótgarði. Eitt vala verk.
Innar í stovu sótu gestir væl, í stovu sum osaði av hugna og gyltum ljósi, nipstingum, familjumyndum, broderaðum dúkum, glimmur og glimt, ið mostir dámdi so væl og brúkti 100 tals tímar til at arrangera, og í sínum stilla sinni frøddist um.
Mostir tú vart nakað í tær sjálvum – tú vart ektað – tú vart serlig – tú vart áhugað í tilveruni í øllum lutum og viðurskiftum viðvíkjandi okkum systkjum, tíni familju og vinum.
Tú hevði vón og álit á tí besta - tí góða rundan um teg.
Tú vart altíð væl nøgd við tilveru tína.
Giltir veingir vermdi og vardi tykkum – yvir um sýnina.
Mostir og gubbi, eg takki fyri alt, sum tit góvu mær og mínum børnum.
Og vil eg enda við orðunum hjá Jørn Riel.
Dagen rejser sig
Af sin søvn
Dagen vågner
Sammen med det gryende lys
Også du skal vågne
sammen med dagen, der kommer
Fortalt til Knud Rasmussen
Af polarinuitten Simigoq
----
Við minniskvøðu
Ingun Liljan