Nú vit skulu festa nøkur orð á blað um ein góðan vin og Harrans vitni, so eru tað so nógv sum kemur fram.
Serstakliga eru tað árini í Sørvági í Vágum, tá missiónshúsið og Biohøllin vóru fullsett av fólki, sum komu til Guds orð. Tað var veking í oynni, nógv menniskju upplivdu broytingar í lívinum.Her kom heimið hjá Hjørdis og Jørgin Frants at hava stóran týdning, Tað var eitt slag av eini miðstøð. Har var stórt gestablídni, har skaptist okkara vinalag. Mong vóru tey, sum leitaðu sær inn til húsmøtini hjá Hjørdis & Jørgin Frants. Ymist nýtt varð roynt í sambandi við páskastevnur, eitt nú at vit skuldi marsjera av Bakkanum heim til Biohøllina, har skuldi stevnan setast. Sigast skal vit vóru ikki mong, sum byrjaðu úti á Bakka hendan dagin. Flokkurin var rímuliga stórur tá vit komu heim til gamla missiónshúsið. Sum altíð tá nakað nýtt skal roynast er støðan tann, at nøkur eru fyri og nøkur eru ímóti. Hjørdis var positiv við tað sama, Jørgin Frants gjørdi plakatir og syrgdi fyri, at tað praktiska fungeraði.
Tá tú nevndi Hjørdis, so lá tað í luftini, at tú nevndi Jørgin Frants eisini. Tey stóðu saman í at peika á Jesus og at virka fyri Hann. Tá ið heitt varð á tey um at luttaka við møtir og stevnur var svarið játtandi. Vit minnast við tøkk teir mongu vitnisburðar og teir sangir Hjørdis og ”Libanonsystrarnar” góvu okkum við páskastevnur og møtir undir heitinum “Kristus er Svarið” ymsastaðni í landinum. Somuleiðis vóru tey aktiv í tjaldmøtinum við Leynavatn og Gøtueiði. Handilslívið kom at fylla nógv hjá Hjørdi. Jørgin Frants og hon vóru tey leiðarar á deildinum hjá Litaval á Suðuroynni og í Eysturoynni. Her brúktu tey nógv av sínum góðu evnum at umgangast fólk og at hava nøgdar kundar.
Hjørdis var ikki bangin fyri at taka fatt, tá Valdmar byrjaði sum bakari og handilsmaður í Vágunum í hølinum hjá “Løve”Niclas. Í hesum trongu umstøðum bleiv bæði bakað og handlað. Her var Hjørdis ein av teimum, sum tók fatt saman við familjuni hjá Valdemar Simonsen.
Ein góður vinur hjá okkum plagar at sitera við slíkar løtu: Vinir fækkast Jesus livir. Av sonnum kann sigast og við afturlítan, at vinaflokkurin er minkaður. Tey eru mong, sum eru flutt inn í dýrdina til tann Jesus, sum hevur gjørt bústað til reiðar, Johs 14 1-2.
Góðu Jørgin Frants, Jógvan, Regin og Annika við familjum. Nú hevur hondin slept, sum mangan fjálgaði um tykkum. Røddin er tagnað, sum mangan uggaði og troystaði tykkum, og sum bar tykkum eitt orð um Jesus. Vit hava samkenslu við stóru sorg tykkara.
Vit vilja við hesum orðum lýsa Guds frið yvir minnið um Hjørdis Jørgensen.
----
Ingibjørg og Thomas Juul