Minningarorð um Hilmar Persson

Hin 5. juni 2009 andaðist Hilmar Persson 67 ára gamal.

Hilmar var sonur Frantz Persson og Bertu f. Lindberg, bæði úr Trongisvági. Á ungum árum gjørdust Hilmar og bróðir hansara Måns foreldraleysir. Miðskeiðis í sekstiárunum flutti Hilmar úr barnaheiminum á Brekkunum vestur í summarhúsið hjá pápanum at búgva. Eitt hitt fyrsta ið Hilmar fór undir var at velta alla trøðna, ið hoyrdi til, og byggja upp í lítla húsið. Tað gekk ikki long tíð, so var váta og ónýtiliga trøðin umskapað til eitt grønt og vakurt jarðarstykki. Seinni kom súrhoyggjabrunnur, tí neytini vóru tvey í tali. Og tað er haðani eg frá barndómsárum mínum minnist Hilmar, tá omma sendi meg vestur við spann at keypa mjólk.


Blaðungur fór Hilmar at arbeiða hjá Telefonverkinum, fyrst sum linjumaður og frá 1970 sum arbeiðsformaður. Sjeytiárini vórðu ein stór avbjóðing, tí tá skuldi gamla telefonin automatiserast, og í Suðuroynni kom m.a. Hilmar at standa fyri hesum arbeiði. Tá ið mest var at gera, hevði hann okkurt um 20 mans undir sær, og vert er at nevna, at tey mongu kapulhúsini, sum daga fram í náttúruni, vóru tey fyrstu í Føroyum. Hann var sína ungdómstíð ógvuliga áhugaður í kappróðri, og hann mannaði saman við vinmonnum sínum fyrst Firvald og síðani Suðuroying, og vunnu teir hesa tíðina eina røð av stoltum sigrum fyri FSR.


Eg kendi Hilmar fyrst og fremst sum ein sera arbeiðssaman mann. Hann elskaði jørðina, djórini og náttúruna, og hesi fóru við at kalla allari frítíð hansara. Hann var altíð tíðliga á fótum og helt javnan fyri, at frægast var at fáa sum mest frá hondini áðrenn middagsleiti. Tey, ið kendu Hilmar, vita, at hann var álitismaður og var altíð klárur at veita hjálp, tá ið á stóð.


Hilmar var søgufróur og hevði óføra gott minni. Serliga minnist eg skemtingarsama og speirekandi lyndi hansara. Eg minnist hann einaferð tosa um eina nýggja typu av monnum. Øll kenna ein playboy, men hann helt, at nú var ein komin afturat, ið kallaðist telduboy.


Hann dugdi væl at fara við fólki, og tí stóð ongantíð á hjá honum at fáa fólk at hjálpa sær við einum og hvørjum. Tey, ið gjørdu honum tænastur, fingu altíð ríkiligt afturfyri, tí hann var ongantíð pírin.


Sum eitt eindømi í Føroyum læt hann í mong ár sín privata svimmjihyl standa til taks, soleiðis at bygdarfólkið hevði møguleikan at svimja inni hjá honum.


Hann legði nógv fyri og spardi ikki seg sjálvan – havi hoyrt frásagt at hann var sterkur sum fáur. Men hann kom eisini at gjalda prísin og mátti leggjast undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum. Har var ikki nógv at gera, tí ryggurin var ov illa farin.


Tað síðstu tíðina gingu kreftirnar av álvara undan vegna sjúku, og tað nívdi hann almikið, at hann ikki fekk gjørt alt tað, hann var vanur at gera. Hóast svára pínu, so royndi hann til tað síðsta at taka eina hond í.


Saknurin er stórur, nú ein av teimum allar frægastu monnunum hevur lagt frá sær. Men vit eiga nógv góð minnir um henda merkismann.


Friður verið við minninum um Hilmar Persson.


Poul