Vit hava mist eina fyrimynd. Sum nærmasti beiggi, hava vit fylgst ein stóran part av lívinum. Og eftir siti eg við minnum um lítlabeiggja, sum eina stóra fyrimynd. Løgið at hugsa sær, tí eg havi
altíð bilt mær inn at fyrimyndir vóru eldri enn eg.
Á hansara lívsferð, tá hann bleiv maður, og fekk familju og børn; mentist hann nógv. Familjan bleiv hansara eitt og alt, og hansara ferð sum familjumaður bleiv ein ferð yvir friðarlig dýpi. Har dýpi og veldigar víddir eru hav og aftur hav.
Sum unglingi var hann sum unglingar flest. Hann sigldi ofta á sløttum sjógvi, men fírdi ikki fyri at
leggja seg uppat har tað rak hart, og aldurnar kundu gerast hvassar.
Sum barn, var hann altíð so hjálpsamur, og gjørdi ikki nógv burturúr sær sjálvum. Hann spældi í
fjøruni niðanfyri heimið, har var grunt og góður sandur at vassa í. Gekk og leitaði eftir tí, sum kom
rekandi av havinum.
Eitt kinesist orðafelli kom aftur og aftur til mín í sorgini ”gevst við bønini, og ger tað góða”. Og tað
er serliga seinna helvt av hesum orðatakið, sum eyðkendi hann. Hann royndi altíð at gera tað góða,
og ikki minst geva eina hjálpandi hond. Hoyrdi einaferð ein svág siga skemtandi, at hann kundi ikki
fara framvið við trillibøruni; so kom Hilbert út við spakanum í hond.
Ein klókur maður segði einaferð, at tað krevst ein heil bygd at uppala eitt barn. Og á Viðareiði eru
fyritreytirnar góðar við tí samanhaldi, sum er í bygdini. Vit sum komu úr Vestmanna, merktu at øll
bygdin var saman um jarðarferð og ervið. Tað skulu øll á Viðareiði eiga stóra takk fyri.
Og at enda vilja eg takað til eitt annað kinesist orðafelli, ”Bønir broyta ikki veruleikan. Nei, bønir
broyta menniskju, og menniskju broyta veruleikan”, So mín bøn fer til øll sum hava ábyrgd av
okkara bjargingar tilbúgving.
Má Harrin styrkja teg Rannvu og børnini í tíðini frameftir. Eina lítla troyst finna vit í orðunum hjá
Jóannes Patursson; ”Komi børn mín føvning í, har er trygd úr øllum váða, Harrin best kann forløg
ráða”.
Hvíl í friði.
Magni