Ringt er at seta orð á tað, ið fer ígjøgnum ein, tá vit hugsa um Heina og tíðina, hann var starvsfelagi okkara á studentaskúlanum á Kambsdali. Heini byrjaði í sínum starvi í august 2006, fyrst sum ársvikarur og seinni, tá hann hevði lokið MA-prógv í donskum og føroyskum, í føstum starvi. Okkum untist sostatt at samstarva við henda skilamann í fýra ár.
Eitt tað fyrsta, ið kemur einum til hugs um tíðina, tá Heini kom á skúlan, er at her var ein persónur, sum var humoristiskur, dugdi at síggja teir skeivu, stuttligu vinklarnar í tilveruni og serliga í tí, sum vit vóru felags um, nevniliga lærarastarvið. Her var talan um starvsfelaga, sum var hittinorðaður og lættur at samskifta við. Heini var nokkso no-nonsense. Honum dámdi væl at vera stuttligur og at flenna, men eisini skemtið skuldi hava kvalitet, skuldi hann tíma tað.
Vit komu at kenna Heina sum ein sera góðan starvsfelaga. Hann hevði stóra fakliga vitan og var eisini sera nærlagdur og beinasamur. Hann var væl umtóktur millum næmingarnar, tí hann var dugnaligur lærari og menniskjaliga nærverandi. Heini tók tað, hann arbeiddi við, í stórum álvara, men kundi eisini vera skemtingarsamur, og ofta endaði hann samrøðuna við eini skemtiligari viðmerking.
Heini var úrmælingur innan telving. Onkur okkara tosaði eisini við hann um talv. Honum dámdi at greiða frá, bæði spælinum og tí, sum hongur uppi í spælinum. Ferðirnar út í heim at telva vóru nógvar, og ein fekk fatan av, at honum dámdi felagsskapin, sum tey hava í talvheiminum. Men hann hevur neyvan verið nógv øðrvísi har enn her: hann leitaði ikki eftir leitiljósinum og tók ikki orðið, uttan tá hann átti orðið. Spurdur, um hann ikki var troyttur av talvi, var svarið nei. Tað var upp og niður, men tað var spennandi framvegis. Tað snúði seg ikki bara um at vinna, men um at telva. Hann hevði sæð dýpdirnar í spælinum, skiltist á lagnum. Men tað var nú best at fara sigrandi frá borðinum. Hóast hann ikki var tann, sum spældi øll kortini í senn, so avdúkaði hann í smáum, at tað, sum hevði týdning, var familjan. Tað var týðiligt, at Nikolina og hann vóru tvey, ið vóru góð við hvørt annað. Best av øllum dámdi Heina at tosa um sonin, Rógva, og ta menning, sum hann sá í hesum fitta smádreingi. Mitt í øllum dugdi hesin lítli at telva, ikki meir enn trý ára gamal. Tá var Heini errin, eyðmjúkur sum hann var.
Umframt at hava livandi áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og politikki hevði Heini serligan tokka til málvísindi og bókmentir – serliga bókmentaligt ástøði, har hann var úr leikum tikin. Hansara abstraktiónsstig var í hesum sambandi sera høgt, og stundum kundi tað tí vera krevjandi at fylgja honum, tá prátið fall á henda bógv. Tílíkir tankar eru ikki ólíkir talvi, tí har eru hugskot eftir hugskot, sum hanga saman sum annaðhvørt tokvognar ella leikir í talvi.
“Ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta”, tekur kári p til í sangi sínum Sangur um flyting, sum Hanus Andreassen (Kamban) hevur yrkt. Heini var ikki ein slík finna, ið læt seg flyta. Hann var heldur sum rókurin, ið stendur tryggur í sínum horni og verjir borg, men sanniliga eisini kann ferðast víða og fáa nógv burturúr. Og tó. Heini var meira spakførur av lyndi, kanska meira sum riddarin, ið verjir og stuðlar væl, og ofta við einum skeivum vinkli kundi víðka sjónarringin og flyta málið fram á leið.
Mangur er leikur í longum talvi, verður sagt. Tíverri gjørdist lívsins talv hjá Heina ikki so langt, sum vit høvdu væntað og vónað. Av okkum ókendum ávum var borðið brádliga sópað. Vit skilja tað ikki, tí okkum tókti, at hann stóð sera væl, bæði sum starvsfelagi, sum telvari og ikki minst sum pápi og familjumaður.
Fyri okkum var tað svárt at missa ein hollan og góðan starvsfelaga so brádliga. Dupult svárt var tað, at kæri starvsfelagi okkara Nikolina samstundis misti mann sín. Svárast hevur sjálvsagt verið hjá Nikolinu, sum í einum missir bæði mann og starvsfelaga, og lítli Rógvi gerst faðirloysingur. Mamman, Jastrid, og pápin, Julian, hava nú mist yngra sonin, ið hevur staðið teimum nær. Og Wille, ið var serliga nær knýttur at Heina, hevur nú mist einasta bróður sín. Hetta er handan vanlig fatanarmørk. Víst er lívið ein gáta, men tá menn sum Heini Olsen hvørva foldum frá, er deyðin ikki minni gáta enn lívið. Vit vilja vísa tykkum avvarðandi samkenslu í djúpu sorg tykkara.
Vit skilja mangan ikki lívsins leið. Nú vit minnast, at gott og væl eitt ár er liðið, síðan Heini so brádliga var tikin frá okkum, drýpa vit høvur í sorg, men eisini við takksemi fyri tíðina okkum untist at kenna og arbeiða saman við Heina.
-----------------
Starvsfelagarnir