Vit komu úr Grønlandi í 2001 og búsettust í Saltangará, har komu vit skjótt at kenna Hans Anton, Gunnhild og børnini.
Hans Anton var av Strondum, og sonur Jacob og Torgerd Thomsen. Hans Anton var elstur av 5 syskjum, tey vóru 2 dreingir og 3 gentir.
Sunnudagin tann 3. januar 2010 vóru vit á møti í missiónshúsinum á Glyvrum, og sum sigur er, skuldi streingjakórið syngja hetta kvøldið. Hans Anton var kórleiðari og sera dugnaligur til tónleik og til tað listarliga. Møtið var sera gott, og vit sótu saman, sum so mangan, og alt gekk eftir vild. Kórið fór fram at syngja, tá ið møtið var komið at enda, Hans Anton vendir sær ímóti fjøldini og sigur m.a., at gávurnar og frímóðið til vitnisburðurin eru so ymiskar, men fyri hann var kórið og sangurin hansara vitnisburður, og vildi hann brúka henda møguleika. So vendir hann sær móti kórinum, og sangurin gongur sera gott og tú góði Hans Anton brosar um alt andlitið.
Men so við eitt broytist alt, Hans Anton ger eina roynd at seta seg niður á tað fyrstu stólarekkjuna, men fellur niður á gólvið og kom ikki til sín sjálvan aftur.
Hetta var tað seinasta vit sóðu og hoyrdu frá tær, eitt bros við gleði og ein vitnisburður um Guðs kærleika til okkum menniskju.
Tað er ymiskt hvussu vit kunna lýsa eitt menniskja upp á, Hans Anton var sera glaður og takksamur fyri familjuna, fyri heimið og tað yrkið ið hann, sum vinnilívsmaður livdi seg inn í víð lív og við sál, og so hevði hann sera góðar gávur til sangin. Hann var rættskaffin, gjøgnumførdur og lættur at umgangast.
Hugsi um øll tey menniskju ið Hans Anton hevur tosað við – ja tað kundu vit staðfesta við jarðarferðina – at hann var ein maður við høgum virði – hevur givið mongum eina heilsu, eitt smíl og glett okkum við einum práti. Orð tykjast at vera so fátøk, men tó siga so tey ómetaliga nógv og hava nógv størri virði enn vit geva okkum far um.
Vit hava nógv góð minnir saman sum vinir og sum familjur, m.a. túrar saman til Nólsoyar, Suðuroy, á Sandoynni, í Danmark og ikki minst í Ísrael. Vit reistu runt í Føroyum til sangstevnir, sangmøtir, konsertir og møtir. Og góða Gunnhild, tykkara heim og tykkara gestablídni og fryntliga smíl tá ið vit – so mangan – koma á gólvið hjá tykkum, og vórðu móttikin við smíli og onkrari stuttari viðmerking, ja, tað er júst tað sum eyðkendi teg og Hans Anton. Takk fyri tað !
Vit hava eitt tómrúm í lívi okkara, í samtíð okkara og ikki minst í heimi okkara, tú kom so mangan inn á gólvið til eitt prát og kaffi, og gav av tínum vísdómi og vitan, bæði tímiliga og andaliga.
Eftir sita konan Gunnhild og børnini Bárur, Búgvi, Tórur og Brynhild.
Takk fyri alt Hans Anton, takk fyri vinarlag, takk fyri bróðurkærleika og takk fyri tað tú hevur verið fyri okkara familju.
Góða Gunhild, børnini, foreldur, vermóður og syskin, vit ynskja tykkum Guðs signing, styrki og umsorgan í komandi tíðum.
Friður verið um minni yvir Hans Anton Thomsen.
Andreas og Kirstin við familju