Nú er eitt ár liðið, síðani tú so brádliga andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Vit vóru í holt við at flyta úr Vestmanna til Havnar í desember mánað í fjør. Eg helt tað vera so keðiligt, at vit fluttu, akkurát meðan tú vart niðri, so eg legði ikki jólakortið í postkassan, tí eg ætlaði mær inn á gólvið við tí seinri í mánaðinum, tá tú vart heimafturkomin. Púra óvæntað skuldi tað ikki verða so.
Vit kendust bert í góð fýra ár, men sóust næstan dagliga ta tíðina. Vit gingu túrar og trillaðu, gjørdu ørindi saman og ikki at gloyma allar drekkamunnarnar. Tað var altíð so hugnaligt, tá tú stakk høvdið innum.
Familjan hevði nógv at týða fyri teg. Tær dámdi væl at fortelja nýtt úr Grønlandi, Danmark og eisini hvussu tað gekst teimum nærmastu í bygdini. Tá Andrias (ein abbasonur bróður tín) var á rannsóknarferðini Galathea 3, vóru vit hvønn dag á netinum og lósu úr dagbókini, sum hann skrivaði. Tú vart so spent at vita, hvussu hann hevði tað, og hvat hann hevði at siga frá.
Børnini høvdu eitt stórt pláss í tínum hjarta, og tað merkti okkara Hjalti eisini. Tit vóru so ómetaliga væl. Tá hann kom heim úr barnagarðinum, spurdi hann altíð, um vit kundu fara inn at vitja Adu. Niðasta skuffa í køkinum var full við bilum, og Ada tímdi so væl at spæla.
Tað er so mangt i dagligdegnum, sum minnir um løturnar, vit høvdu saman. Pyramiduformaðu fruktteposarnir (tær dámdi so væl fruktte), eitt tómt súltutoysglas, sum einaferð var fult við gummibommum. Leikur og undirklæði, sum Hjalti fekk frá tær, verða nú tikin fram aftur til lítlabeiggja, sum tú ikki náddi at síggja. Tú vart so spent at vita, hvat kyn tað bleiv, og kom altíð inn at spyrja, hvussu eg hevði tað, og um mær manglaði nakað. Altíð so røsk at hjálpa og at renna ørindi fyri tey, ið høvdu brúk fyri tí. Tí sjálvt um tú hevði aldur, so vart tú ung bæði í sinn og skinn.
Ikki náddu vit handan biltúrin til Havnar, so tú kundi síggja okkara nýggja heim, men her í húsinum tosa vit um teg av og á, og eg hugsi ofta um teg við sorgblídni.
Saknurin er stórur. Ærað verið minnið um teg, góða Ada.
Hildur