Minningarorð um Gardar Høgnesen

Tað kom dátt við hjá mær, at Gardar skuldi fara her frá so knappliga. Vit hava havt nógv saman, hava búð yvir av hvørjum øðrum sum børn og vóru altíð grannar

Eg og Gardar spældu altíð saman sum børn, og eg minnist, hvussu glað
vit bæði fóru í skúlan fyrstu ferð. Men eg kom so kedd aftur, tí eg
slapp ikki at sita hjá Gardar.

Tað hevur altíð verið nakað serligt ímillum okkara heim og heimið hjá Gardar.
Niðan til Billu og Hjalmar vóru øll hjartaliga vælkomin, har var altíð fult
av børnum, øll børnini í grannalagnum føldi seg vælkomnan inni har, og eg
minnist, hvussu vit reikaðu um alt húsið og spældu krógva lykil, ofta var
tað buldraligt, men ongantíð eitt øvugt orð frá Billu.

Nógv gott er at minnast aftur á, allir teir túrarnir Hjalmar tók okkum við til,
til Skúvoyar, Hest og við Barskor. Og øll børnini sum Billa tók við til Mikladals
á hvørjum ári. Hetta vóru góðir dagar, sum vit ongantíð fara at gloyma.
Eg minnist eisini hvussu hugnaligt tað var jólaaftan at sleppa niðan til tykkara,
aftaná at vit høvdu pakkað pakkarnar út. Altíð var tað so spennandi at vita
hvat tit høvdu fingið í jólagávu frá systkinabørnunum í Danmark.
Eisini minnist eg, tá ið ommudidd plagdi at sita barnagenta hjá tykkum, hvussu
stuttligt vit hildu tað vera. Hon fortaldi altíð onkra góða søgu, og vit klandraðust
um, hvør skuldi sita á beinkinum við síðuna av ommudidd.

Ja, saknurin verður stórur hjá okkum eisini. Gardar var trúfastur, hann kom
ofta inn á gólvið og var sera áhugaverdur at práta við, hann læs nógv, hevði eina
ótrúliga stóra vitan, bæði um søgu og samfelagsviðurskifti og mangt annað.
Ja, tíðir koma hjá tykkum, sorgin kann vera tung at bera, tyngri enn nakað
menniskja kann gruna, men tann friður sum Jesus gevur er ikki tengdur
at skiftandi kenslum. Krossurin stendur líka fastur, um hann í løtuni stendur
huldur í myrkri.

Góða Billa, Hjalmar og tit øll. Eg vil enda við at takka tykkum fyri alt, sum
tit hava verið fyri okkum. Má Jesus styrkja tykkum framyvir.

Æra veri minni um Gardar.

Gertrud