Minningarorð um Erling Bech í Porkeri

Tað er nú ein mánaði síðan, at boðini komu norð um fjørð, at Erling hevði fingið loyvi at reisa heim til staðin við teimum føstu grundvøllunum, har Jesus er einasti Harri og Gud.

Tað var í 1973, at eg kom at kenna Erling. Stutt tíð eftir at »Halleluja-rópið« var føtt í hansara anda og hjarta. Tað var meira enn bert tóm orð. Tað livdi hann í, og tað var hansara vitnisburður, lívið í Jesusi, hinum salvaða. Ikki hevði man tosað við Erling í langa tíð, fyrr enn frelsugleðin hoyrdist í tónum hansara. Eisini virðingin fyri orði Guds og øllum, ið heilagt er, livdi hann í. Eisini minnist eg tey sterku møtini við radikalum talarum, hvar í húsini vóru stappfull av fólki, ið søktu Jesus og hansara frelsu. Alt hetta var Erling ein av lyklamonnunum til. Samkoman »Sion« varð fødd, og hetta fría fólkið stóð uttanfyri øll religiøs tilhald og prísaðu Honum, ið hevur lovað at vera við allar dagar, og Gud møtti fólki sínum.


Sjúkralegan hjá Erling gjørdist ikki drúgv, sum gott var. Ræðuligt hevði tað verið at sæð hendan aktiva mann, ið elskaði lívið, siti í rullustóli ella tað, ið verri var.


At Erling var kendur, sást á tí stóra skara, ið gyldu honum til síðsta hvíldarpláss her.

Og sum Guds orð sigur: »Hvør lastar hann fyri atburð hansara!... Til gravar verður hann borðin við heiður, og vakt verður hildin yvir gravheygnum. Søt er hvíla hansara í dalsmoldini, og allur heimurin fylgir so eftir, eins og óteljandi flokkur gekk undan honum«. Ein verður dagurin, tá øll aftur skulu møtast aftur í skýggjum himmalsins - ikki fleiri og ikki færri, men øll, sum eru sovnaði í Kristusi.


Jessy, tú og øll tit hava mist mann og pápa, abba og verfaðir, ið elskaði tykkum. Ærað verið minnið um Erling.


Jeg kjenner en sum vandret har i verden.

Hann eide ikke jordisk gods og gull.

Hann bar en større rikdom under ferden;

en frelsesgave skjønn og underfull.


Som kildens klare vann fra Klippen

flyter veller livets strøm så ren og fin.

Og i sitt ord hann dekker bord,

men fete retter og med klaret vin.


Jeg ble så grepet at jeg vandret etter,

men merket straks at venner meg forlot.

Av mange ande ble jeg dømt som kjetter

og mange anstøt la de for min fot.


Nu har jeg sett ham selv og hørt hans stemme.

hann hvisket disse underfulle ord:

Her er korset, kronen venter hjemme.

Din tåresød blir høstens jubelkor.


Petur Sørensen