Elspa var fødd hin 5. juni 1941 í Hattarvík, har hon eisini vaks upp, og mundi fáa sera gott í beinini bæði til tað dagliga og hitt andaliga mennandi, men hugurin stóð til bókina og lærdóms, so tað var natúrligt hjá henni at leita skúla- og útbúgvingarleiðina.
Læraraprógvið varð so tikið á Føroya Læraraskúla í juni 1964 saman við 24 øðrum fólkum, ið sum vera man komu ymsa staðni úr landinum, og flestu av feløgunum gjørdust hesi árini vinfólk hennara.
Eftir lokna útbúgving gekk leiðin til Klaksvíkar, har ein stórur skúli var um tað mundið. Við Klaksvíkar Skúla starvaðist Elspa til 1975, tá hon eitt skifti fór til egnu oyggj sína at vera lærari í 3 ár til 1978, men kom aftur til Klaksvíkar hetta sama árið, og hevur hon starvast sum lærari her síðani við Ziskatraðar Skúla frá 1979, tá skúlaverkið varð býtt í tvær eindir.
Hesi mongu árini hevur Epsla verið skúlaverkinum ein hollur, álítandi og ábyrgdarfullur lærari, ið sýndi stóran og inniligan tokka til børn og arbeiði. Hon var altíð til reiðar at taka tøk skúlanum at frama, ja, eitt av hesum fólkunum, ið ikki var neyðugt at taka upp eftir. Verk hennara var gjørt til lítar og við stórari ábyrgd, og einki er at ivast um, at soleiðis var Elspa eisini í øllum øðrum lívsins viðurskiftum, ikki minst mótvegis sínum egnu kæru, manni, børnum og ommubørnum.
Somuleiðis er vert at nevna hennara áhaldandi luttøka og stuðul innan heimamissiónina, KFUM og K her í Klaksvík, har hjúnanna áhugi fall saman í eina virkandi eind, ið man hava havt stóra signing við sær.
Sostatt er tað ikki bert skúlin og børnini, ið hava mist nógv við Elspu, men eisini tað verk, ið hon saman við Akseli røkti so fyrimyndarliga innan heimamissiónina.
Hugur okkara fer til tykkara í familjuni, Aksel, Steinbjørn og Marjun við familju, ið uttan iva kenna saknin nívandi, men vit ynskja og biðja eftir, at Harrin má veita tykkum styrki til at fara víðari á leiðini, har góð, virðismikil og kær minni eisini geva megi til gerandis ? og heilagt.
Friður veri við minninum um Elspu Zachariasen.
????????????????????????????????????????
Vegna starvsfólkið við Skúlan á Ziskatrøð
Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri