Elly, í familjuhøpi oftast bert nevnd Elly-omman, andaðist týskvøldið 16. januar aftaná stutta sjúkralegu. Ikki tí, árini vóru mong, og hon hevði frammanundan havt ymist strik, ernaðist aftur so hvørt, men at enda beið so ikki bøtur.
Og sum eg segði við læknan andlátskvøldið, at hon annars var eitt so hendinga raskt, lívshugað og birgt fólk, so segði hann einki vera at gera, hóast tey royndu.
Tað er verðsins gongd, at fólk leggja árarnar inn fyrr ella seinni og ikki minst í framkomnum aldri, men hjá avvarandi er tað ofta óvæntað, og tíðliga, tí at vit ikki vilja síggja í eyguni, at árini kortini eru vorðin so mong. Og í Elly-ommusa føri er tað ikki so løgið, so hugfarslig hon var sjálvt á gamalsaldri.
Henni untist í allari giftuni at vera heima at ansa manni og børnum og síðani ommubørnum og gjørdi alt við áhuga, hegni og til lítar, arbeiðssom og hartil fitt í hondunum.
Hjá okkum, sum komu inn í hennara lív, var hon altíð blíð og fyrikomandi og ótrúliga hjálpsom. Og nú á hennara deyðslegu saknaði eg at síggja hennara troyttu og slitnu hendur, sum gjøgnum árini høvdu dugnað so mongum í familjuni við máltíðum og pløggum ella drekkamunnum afturvið avsvalandi, vinsomum og skemtingarsomum práti og brosum, ikki upp á hennara treytir, men upp á okkara treytir í tí og tí løtuni.
Elly var til tað seinasta klár og við uppá tað. Tað gjørdi, at hon var hugalig at vera saman við, bæði hjá okkum tilkomnu og ikki minst teimum yngru í familjuni, sum eins og eisini fremmandabørnini kring summarhúsið forguðaðu hana, tann tíð tað var, tá tað stóð upp á pannukakur í langum banum.
Sjálvur minnist eg bara gott um hesa gomlu og nú í mínum føri farnu vermóður, og minnist meg ikki tvørt orð hava verið okkara millum.
Mannalív sínamillum snýr seg m.a. um samskifti, um lívið her á fold saman við hvørjum øðrum upp á gott og ónt. Og í so máta hevur lívið saman við Elly verið yvirhøvur ómakaleyst og positivt, tí at hon sjálv hevur verið so positiv, forstandandi og lívsjáttandi. Og hjá børnum og ommubørnum hevur hon verið ein fongur at fara á gátt hjá, tí hon hevur verið so opin, blíð og fyrikomandi og kravlítil at vera hjá.
Nú Elly umsíðir, troytt og mett av døgum hevur fingið frið aftan á eitt langt lív sum familjumenniskja, rennur mær til hugs, at tá eg afturkomin í heimið týsnáttina fór inn í hennara køksskáp og skuldi turka mær um hendurnar kom eg í fløkju við álmanakkan hjá henni, har deyðsdagin tann 16.01 stóð skrivað skriftorðheilsanin: »Tann, ið trýr á Sonin hevur ævigt lív«. Og lat tað so vera okkara alra heilsan til Elly-ommuna handan evstu sýn og teimum nærmastu til troyst og ugga.
Friður verið við minninum um Elly-ommuna.
Vit á Ternuryggi










