Frá einum degi til annan, frá einari løtu til aðra, umrøða vit okkara kæru í tátíð.
Hetta er ræðandi, álvarsligt og kensluborið.
Mikumorgunin komu boðini um, at Doris ikki var millum okkara longur. Hetta kom tó ikki heilt óvæntað, tí Doris hevði verið sjúk leingi.
Tað tykist so stutt síðani, at vit heilsaðu Doris á hennara síðsta arbeiðsdegi.
Vit frøddust um, at Doris og Poul kundu njóta ellisárini saman.
Men soleiðis skuldi ikki vera. Doris bleiv stutt eftir hetta álvarsliga sjúk.
Poul vitjar okkum javnan, og soleiðis hava vit kunna fylgt Doris og skilt, hvussu hon spakuliga varð tikin frá okkum.
Vit minnast aftur á tíðina, tá ið Doris og Poul komu saman; útferðina í góðveðrinum úti í Skúvoy og mangt annað.
Doris var arbeiðssom, røkin og friðarlig. Hon var lættsint, smílandi og blíð.
Verumátin hjá Doris, tað sum hon gjørdi og segði, vísti eitt slíkt skynsemi og ein slíkan lívsvísdóm, sum vit kundu vera takksom fyri at fáa lut í.
Hóast mótburð gramdi Doris seg ikki.
Høvuðpína og tað, at hon ikki hoyrdi so væl, nívdi hana, og gjørdi eisini, at hon tey seinnu árini ikki hevði somu gleði í felagslívinum.
Doris tosaði, greiddi frá og gleddist um børn og ommubørn. Vit ynsktu so fegin, at henni untist fleiri ár saman við tykkum.
Harrin troysti tykkum í sorgini - teg Poul, systir, børn, svigarbørn og ommubørn.
Tað verða varðar settir á lívsleiðini, -Doris var ein av okkara.
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara góðu Doris.
?????????????????????????????
Starvsfelagar í Føroya Sparikassa