Í dag, er eitt ár liðið, síðan vit vóru úti í Pálsstovu og hátíðarhild tykkara gullbrúdleypsdag. Nógv vóru komin at heiðra tykkum hetta kvøldið.
Tit riggaðu so væl bæði, tað vóru øll sannførd um. Eitt sera hugnaligt kvøld.
Men lítið vistu vit, at bert 14 dagar seinni skuldi sjúkan hjá ommu gera um seg aftur. Eg, Christina og Beinta vóru farnar í biograf, tá Súsanna ringdi og segði, at abbi hevði ringt og sagt, at omma ikki hevði tað so gott.
Og tvær vikur seinni, 2.jólakvøld, andaðist omma okkara.
Góði abbi. Í januar skuldi tú niður til Danmarkar vegna tína sjúku. Tað var sera hart fyri okkum øll, ikki minst hjá tær. Viðgerðin fór sera illa við tær, og tað var tungt at síggja, hvussu tú viknaði. Men einsamallur var tú ongantíð, vit vóru um teg alla hesa tíðina, bæði í Danmark og heima.
Aftan á eina stutta, men strævna sjúkralegu, andaðist tú tann 22. apríl.
Tað var ein stór mannfjøld, ið fylgdi tykkum báðum, til tykkara seinasta hvíldarstað.
Tað kennist løgið at vita sær, at vit ikki bara kunnu fara inn til tykkum at fáa okkum ein bita, ella biða abba koyra okkum har vit skuldu. Tað gjørdu vit ofta.
Góði babba. Tað hevur verið ógvuliga hart fyri teg at missa bæði mammu og pápa tín við so stuttum millumbili. Tað vóru ikki fýra mánaðir ímillum.
Nú samfelagsmøtini júst hava verið, koma nógv góð minnir fram. Tá vóru vit øll altíð saman til ein góðan nátturðabita niðri hjá tykkum, áðrenn leiðin gekk niðan aftur í høllina, og tað var altíð líka hugnaligt.
Saknurin er sera stórur, nú tit bæði eru farin.
Við hesum, vilja vit lýsa frið yvir minnini um ommu og abba.
Birita, Christina, Súsanna og Beinta