Summarið er aftur komið, tað er so stutt síðani seinasta summar, ja, tíðin gongur ógvuliga skjótt.
Veðrið er ikki altíð so gott, men tað er ljóst og nakrir góðir dagar eru altíð við sól.
Vit her á Ellisheiminum kunnu fara ein túr út í garðin, tá veðrið er til vildar. Her kunnu bú- og starvsfólk hava nakrar góðar løtur saman.
Í garðinum kunnu vit njóta tað góða veðrið og sum altíð tann vakra urtagarðin við teimum vøkru blómunum og trøðunum.
Vit minnast blómurnar og trøðini, ið vóru her seinasta summar, men sum altíð er onkur blóma, ið ikki er uppafturkomin, sum ikki hevur klárað veturin.
Soleiðis er eisini hjá okkum. Tað er altíð onkur, sum ikki er ímillum okkum meira, tá summarið kemur, men vit minnast tey, vit sakna tey. Sjálvt um lívið heldur áfram og vit fylgja við, so vilja tey altíð vera ein partur av okkum. Tey hava livað her, verið ímillum okkum og vit goyma minnið um tey í hjørtum okkara. Soleiðis liva tey víðari.
Begga arbeiddi á Ellisheiminum í nógv ár. Hon búði í Vági, so hon koyrdi til arbeiðis um Hovseggina øll hesi árini. Hon hevur óivað havt nógvar góðar, men eisini nógvar strævnar túrar.
Begga var góð við búfólkið og tey við hana, hon fylgdi teimum gjøgnum nógv ár. Tað var ógvuliga tíðningarmikið fyri hana, at tey høvdu tað gott. Hetta vísti hon í sínum arbeiði.
Ellisheimið hevur fingið ein buss til búfólkið, so tey saman kunnu sleppa túrar her í Suðuroynni, vitja aftur til heimbygdina, sum tey eru flutt úr.
Tað var strævið at savna pening, hildnir vóru marknaðardagar o.a. Begga, sum dugdi so væl til hendurnar, gjørdi nógv vakurt, sum selt varð til frama fyri bussin. Hon var drívkraftin, ið fekk okkum at trúgva, at tað var gjørligt.
Familjan hevði nógv at týða fyri Beggu. Hon tosaði ofta um synirnar hjá sær, hvar teir vóru, hvat teir tókust við, tað sást á henni, hvussu góð hon var við teir. Hon ynskti teimum, sum mamma, alt tað besta. Teir vóru altíð í hennara tonkum.
Begga bardist til tað síðsta ímóti sjúkuni, vildi fylgja Magna og synunum víðari á lívsleiðini, men soleiðis skuldi tíanverri ikki verða.
Tað er so nógv, ið vit kundu skriva, minnir um góðar arbeiðsløtur og aðrar góðar løtur saman við Beggu.
Vit hava fingið eina sera vakra mynd av Vágsbygd frá Magna, til minnis um Beggu. Stóra tøkk fyri tað Magni, vit eru sera takksom fyri hana.
Góði Magni, René og Djóni við familju, Guð styrki tykkum á lívsleiðini.
Góða Begga, takk fyri alt.