Minningarorð um Andrias Eliesar Nolsøe

F. 5. september 1950 – D. 11. September 2009

Nú heystsólin bliknar

kom sorgin í garð

lívskøvandi kalda hondin teg nam

í ævisvøvnin svann hin seinasti neisti


Meg minnist teg, lívsglaðan unglinga

ágrýtin, trúfastur og treystur

avhildin, knappur og kvikur á leikvølli

framsøkin, men tó lítillátin og spakførur

jaligur fram um alt


Tú setti hjálpsemi og arbeiðssemi høgt

var við til úr náttúrunnar tilfeingi

at skapa fjálg og dygdargóð heim kring alt landið

ein siðbundin og nútímans virkin maður


Tín kærleiki og umsorgan

títt blídni og mildni

fyri tínum kæru, tínum dýrgripum

ansin fyri smálutum barnanna

fatan av teirra leiki og lyndi

alskin til náttúruna

setti tú fram um alt


Ein góðan vin, eina holla fyrimynd

ein pápa og mann og frænda

vit minnast við størsta takksemi og størstu virðing

og vit drýpa høvur í samkenslu


Tøkk, at eg átti teg sum vin


Harrin signi minni um Andrias


Vinur tín

Johan



Góða Hanna, Jón Eli og Annika og øll tykkara orð eru so fátæk, men má hin Almáttugi styrkja tykkum í stóru sorg tykkara.


“ Undir tínum veingjabreiði

eg í hjartatempli eigi

kærleika á lívsins leið,

trúgv og reinleika og megi,

at eg hvíla kann við gleði,

tá ið runnið er mítt skeið.”