Tað er merkiligt at koma til Sandvíkar og síggja at tað er myrkt í Kviltini, tað plagdi tað sjálvdan at vera og so at koma inn til okkum og sita og bíða at hurðin skal ganga og at hoyra tey vælkendu ljóðleysu fetini. Men hurðin gongur ikki, ongin kemur inn at siga góða nátt sunnukvøld meira. Nú er alt hetta horvið.
Tú hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, og nú er hesin parturin vekk, tað er bert eitt stórt tómrúm eftir, eitt rúm sum ongin kann fylla aftur.
Kongaríkið í Bábilon, liggur so langt frá Fjallafonn. Siglir tú longi og stýrir væl, hetta ríkið tú finna skal. Hesin sangurin og nógvar aðrar hevur tú lært meg.
Tá eg var lítil nanaði tú mær og sang fyri mær hvørt kvøld, tá ið tú var her, tað gjørdi ikki mun hvussu nógvum bamsum og dukkum eg kom við, tær skuldu eisini nanast.
Tá tú arbeiddi í Havn bíðaði eg spent hvørt fríggjakvøld, tí eg visti at so fekk eg okkurt, sum oftast var tað ein bók. Tú plagdi at lána bøkur til mín av Býarbókasavninum og so tókst tú tær norður aftur við, tá ið ein mánaði var farin. Einaferð hevði tú gloymt at taka bókina norður aftur við, og so fekst tú bót, tað bleiv eg ofta arga við, at tú mátti betala seks krónur í bót fyri eina bók, sum tú hevði lánt til mín.
Tað var líkamikið hvat eg bað teg gera fyri meg, so gjørdi tú tað. Einaferð bað eg teg gera mær eina látipípu, líka sum hana hjá »Lítlabeiggja« men vit fingu hana ikki at láta, men tú fann uppá ráð, Verning dugdi, so tú bað hann gera mær eina, og tá vildi hon láta.
Tað var eisini gott at koma inn til tín og fáa franskbeyð og mjólk, tað var bara tú, sum dugdi at gera tað til mín, tí fransbreyðið, sum abbadidd smurdi tað smakkaði ikki væl.
Eg kundi blivið við at fortalt um alt, sum vit upplivdu saman, men tað tekur alt ov langa tíð, men eitt er sikkurt, og tað er at minnini havi eg goymt í hjartanum og har fa ra tey altíð at vera.
Eg vildi bara ynskt at tú upplivdi at eg fekk eina dóttur, og at hon eisini kundi uppliva at havt ein barndóm saman við tær, líka sum eg hevði tað, men soleiðis skuldi iki vera.
Vit ráða ikki yvir tíðini her á fold, og nú var tín tíð at enda komin, men tað er bara so óftauligt at tú ikki er her hjá okkum meira.
Mánadagin hevur tú føðingardag, tú hevði blivið 70 ár, hetta var ein dagur, sum tú sá fram til men tað untist tær heldur ikki at uppliva.
Vit eru mong, sum sita eftir við stórari sorg og saknurin er ófatuliga stórur.
At enda vil eg takka tær fyri alt, sum vit høvdu saman.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minninum um abbabeiggjan.
??????????
Kristbjørg