Tað vardi meg ikki, tá vit frættu at Gunleyg var farin, at tað skuldi ganga so skjótt, frá tí at hon bleiv sjúk, til hon slóknaði.
Vit komu at kennast á ungum árum, tá ið vit báðar komu at arbeiða í sama handli í Havn.
Skjótt sást, at tú var eitt gávuríkt og álítandi fólk. Tá ið vit so seinni giftust og fóru hvør sína leið, tá var tað bara av og á at vit hittust í býnum, so fingu vit prátað saman um mangt og hvat.
Fyri fáum árum síðan kom tú í Pensionistafelagið í Havn, og ikki gekk long tíð, til tú bleiv vald í nevnd. Hetta arbeiði sum nevndarlimur gekk tú høgt upp í og gjørdi títt arbeiði til lítar. Tú var altíð fús at taka hond í, hvat tað so skuldi verið.
Góða Gunleyg, vit sakna teg nógv og títt altíð blíða smíl. Vit gloyma ikki túrin, sum tú skipaði fyri til Nólsoyar. Tú hevði lagt alt so væl til rættis.
Vit ótu døgurða í "Royndarhúsinum", og best sum vit sita og eta, brestur ódnarveður á, so "Ternan" ikki kundi koma eftir okkum. Men tú hevði í tínum stilla sinni gingið og syrgt fyri, at øll fingu innivist. Og takk skal tú hava og allir nólsoyingar, sum tóku so væl ímóti okkum øllum.
Vit vilja við hesum minnast teg í takksemi fyri tíðina vit vóru saman í Pensionistafelagnum.
P.A.