Minningarhald í USA

Um alt USA mintust fólk sunnudagin tey, ið lótu lív fyri fýra árum síðan 11. september í 2001. Kl. 8.46 New York tíð, varð skipað fyri tøgn í ein minutt kring alt landið. Klokkan var 8.46, tá fyrsta flogfarið rendi á á World Trade Center.

Á Ground Zero har World Trade Center stóð, varð stór minniløta hildin. Familja hjá teimum 2749, ið doyðu tá bygningarnir vórðu raktir av flogførum og rapaðu, lósu nøvnini á teimum deyðu upp. Nógv tár runnu hesa løtuna.
 
Borgarstjórin í New York Michael Bloomberg segði undir minningarhaldinum, at tann størsti heiður, ið fólk kundu vísa teimum ið fórust, var at minnast tey ikki bara sum deyð, men sum tey vóru, tá tey livdu.