Sum siðvenja er, skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri almenna minningarhaldinum í Havn, sum verður klokkan 14 á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Theodor E. D. Olsen, prestur, hevur andakt.
Síðani verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður vegna Føroya fólk leggur krans við minnisvarðan. Prestur heldur bøn og lýsir signingina.