Sunnudagin hin 31. august verður minningarhald við Toftavatn í samband við, at fimmti ár eru liðin, síðan syndarligu vanlukkuna, tá tríggir smádreingir druknaðu á Innara Vatni við Toftavatn.
Tað eru avvarðandi hjá dreingjunum sum skipa fyri minningarhaldinum. Byrjað verður klokkan 15, tá ein av fyrireikarunum, Haldor Gaardbo, fer at bjóða vælkomin.
Á skránni eru talur og sangur. Martin Restoff Jacobsen, prestur, og Jóannes S. Hansen fara at tala. Jóannes búði í teimum nærmastu húsinum við vanlukkustaðið. Umframt felagssang, verður eisini sangframførsla.
Heimasíðan hjá Nes kommunu veit at siga, at ein minningarpláta eisini verður avdúkað tætt við, har dreingirnir druknaðu. Tað verður Jákup Mikal Mikkelsen, pápi ein av dreingjunum, sum fer at avdúka plátuna.
Eftir minningarhaldið bjóða fyrireikararnir til ein kaffimunn í Tofta skúla.
Teir sum druknaðu vóru John Mikkelsen, Jákup Mikkelsen og Odmar Andreasen. Teir vóru 10 og 11 ára gamlir.
- Druknivanlukkan hendi í samband við, at fýra javnaldrar vóru farnir at rógva á Toftavatni í einum lítlum báti.
Heimasíðan hjá Nes kommunu veit at siga, at báturin, sum var sera rankur, koppaði. Allir dreingirnir komu uppá kjøl, men enn einaferð fór báturin runt.
- Bert ein av dreingjunum dugdi so frægt at halda sær uppi, at hann kláraði at koma sær á land og siga frá um vanlukkuna.
Lagt verður aftrat, at nógv fólk kom á vanlukkustaðið, men hóast lívbargingarroyndir vórðu gjørdar í fleiri tímar, eydnaðist tað ikki at fáa lív í aftur dreingirnar.