Á allahalgannadegi, týsdagin hin 1. november, verða fleiri minningarhald yvir sjólátin kring landið.
Eitt av hesum minningarhaldum verður við minnisvarðan í Søldarfirði.
Tað verður sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum fer at siga nøkur orð.
Minningarhaldið í Søldarfirði byrjar klokkan 16, og eftir haldið verður bjóðað til ein drekkamunn.