Minningarhald fyri børn í Hoyvíkar kirkju

Minningarhaldið fyri børn, ið eru farin, verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin klokkan 16.

Minningarhaldið fyri børn, ið eru farin, verður í Hoyvíkar kirkju sunnudagin klokkan 16. Av misgáum stendur í Sosialinum, at minningarhaldið verður í Havnar kirkju, men so er ikki. Tiltakið verður í Hoyvíkar kirkju. Sosialurin biður um umbering fyri mistakið.

Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til slíkt minningarhald á fyrsta sinni í november í 1997, og undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt - líkamikið nær og í hvørjum sambandi, barnið er mist.

Møguleiki verður hjá teimum, sum hava hug til tess, at tendra eitt ljós fyri tí barni, ið farið er, og vit minnast tey í kvirru, sigur felagið.

Les eisini At missa eitt barn er at missa av sær sjálvum