Minningarhald í Duisburg

Fleiri túsund fólk vóru í dag til minningarhald í týska býnum Duisburg til at minnast tey 21, sum doyðu á festivalinum Love Parade, sum var har í býnum í síðstu viku. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og forsetin, Christian Wulff, vóru við til eina minnisguðstænastu fyrtrapartin.

Undan guðstænastuni ringdu allar kirkjuklokkurnar í býnum, og allastaðni hingu fløggini í hálvari stong.

Borgarstjórin í Duisburg, Adolf Sauerland, var ikki til minningarhaldið. Hann hevur verið fyri hvøssum atfinningum síðani vanlukkuna og valdi at sita við hús í dag.