Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni 2002

TíÐindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd

Komandi sunnudag, hin 7. juli 2002, verður minningardagur fyri tey, sum eru deyð í ferðsluni. Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri hesum minningardegi fyrsta sunnudag í juli mánaði. Á minningardegnum verða blómur lagdar á støðini, har ferðsluvanlukkur hava verið, sum hava kravt mannalív.
Fótbóltssambandið skipar fyri, at tøgn verður hildin í ein minutt, tá ið 1. deildardystirnir í fótbólti byrja sunnudagin, hin 7. juli 2002.
Vónað verður eisini, at evnið verður tikið upp í kirkjum og samkomum um vikuskiftið.
Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga upp eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum, men sum vit eru so skjót at gloyma.
Stigtakari er Ingi Gunnarsson, og tiltakið verður stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum.