Maria Jacobsen
????
Áminning um spurningar viðv. og innlit í kanning av barnaverndarmáli.
Av tí at eg ikki enn havi fingið svar frá tygum uppá skriv mítt til tygara frá 12.04.2005 viðv. omanfyri nevnda máli, fari eg við hesum at minna á, at eg í skrivinum setti tygum 4 nágreiniligar spurningar viðv. kanningini og somuleiðis bað um innlit í kanningina.
Eg fari at biðja tygum svara spurningum mínum og fari at minna á freistina smb. § 16, stk. 2, í løgtingslóg nr. 133 frá 10.06.1993 um innlit í fyrisitingina.
Havi eg ikki frætt frá tygum í seinasta lagi fríggjadagin 13.05.2005 verður farið víðari við málinum.
Avrit av hesum skrivi er sent Dimmalætting og Sosialinum.