Nú hann liggur við nógvum mjørka nógvastaðni, er tað nakað, nógvir bilførarar ikki minnast til. Og tað er at tendra baklyktirnar.
Fleiri fráboðanir eru um, at bilar koyra við sløktum baklyktum og tað er til vanda, sigur løgreglan. Tí heitir løgreglan á bilførararnar um at minnast til at tendra lyktirnar á bilinum soleiðis, at bilurin ikki er myrkur aftan.
– Vit hava fleiri fráboðanir frá ferðandi, sum brádliga koyra upp fram ímóti einum bili við sløktum lyktum aftan, sigur løgreglan.
Tey, sum hava boðað frá, siga, at av tí at baklyktirnar eru sløktar, síggja tey ikki bilin framman fyri, fyrrenn tey eru bara nakrar fáar metrar aftan fyri. Og hetta er bæði á landsvegnum ímillum bygdir, og innanbíggjar.