Tað er greitt, nú bygdaráðið skipaði seg á fundi í gjár.
Janus Thomsen var fyrstvaldur á Lista A, sum hevði sum endamál at leggja Hvalbiar kommunu saman við Tvøroyrar kommunu. Men listin tapti kommunuvalið, eins og hann eisini tapti fólkaatkvøðuna um samanlegging.
Men kortini varð Janus Thomsen í gjár valdur til borgarstjóra. Tað var hann við teimum trimum atkøvðunum hjá teimum á lista A umfram Poul Laust Christiansen á lista
Listi A vann valið í Hvalba rættiliga greitt við 286 atkvøðum ímóti 179 til lista A. Tað gav lista A tríggjar bygdaráðslimir og lista B 286 fýra bygdaráðslimir.
Sambært Dimmalætting skeyt fyrstvaldi bygdaráðslimurin, Ronni Hammer, upp at velja Otto West til borgarstjóra, men hann fekk bara tríggjar atkvøður, og tær vóru frá Ronni Hammer, Otto West og Jónfinn Poulsen, øll á Lista B.
Jóhannes Liasson Rasmussen skeyt upp at velja Janus Thomsen til borgarstjóra og hann varð valdur, tí hann, umframt tær tríggjar frá teimum á lista A eisini fekk atkvøðuna hjá Poul Laust Christiansen á lista B.
Síðan var Poul Laust Christiansen valdur til varaborgarstjóra.
Soleiðis var úrslitið á kommunuvalinum í Hvalba 12. november:
##med2##