Minnilutin; Órógvandi at Tórshavnar Kommunu hækkar útreiðslurnar og tekur lán

Órógvandi at samgongan í Tórshavnar Kommunu hækkar útreiðslurnar við 6% í 2020 – og tekur lán!

Soleiðis er yvirskriftin í tíðindaskrivi, sum minnilutin í Tórshavnar Býrað í kvøld sendir miðlunum.

 

Minnilutin heldur, at tað er órógvandi, at býráðssamgongan letur upp fyri einum útreiðslugildi, sum ongantíð áður hevur verið. Hetta er búskaparligt pyromani. Og tað kemur at svíða dyggiliga, tá ið tíðirnar og búskaparvøksturin fer at minka aftur. Tað ringasta er, at vit síggja akkurát sama tendens í landspolitikki. Tað sær út til, at har sum Fólkaflokkurin ræður fyri almennum pengum, snýr tað seg um, at brúka teir sum skjótast – og harafturat at skerja inntøkugrundarlagið.

 

Enn hava vit so ikki sæð tann skattalætta, sum Fólkaflokkurin fór til val uppá til seinasta býráðsval. Tá varð lovaður ein skattalætti upp á 3%. Men tað var sum, sum Bogi Andreassen tá segði, bara valflesk.

 

Allar fakligar tilráðingar mæla álvarsliga til at avmarka hækkingina í almennu útreiðslunum til 3,5 % í 2020. Ein vøkstur, sum er á leið í samsvari við tann búskaparvøkstur, sum er væntandi í 2020. Vit tí vøkstri sum er í fólkatalinum í løtuni - og tað er ein sólskinssøga – so er tað helst trupult at halda vøkstrinum niðri á 3,5 %. Men at enda á 6 %’um, tað er ábyrgdarleyst.

 

Minnilutin sigur víðari:

 

Sum vit síggja – so leggur samgongan fram eitt uppskot til fíggjarætlan fyri 2020, sum merkir eina rakstrarhækking  uppá 6%.  Minnilutin í samgonguni hevur ikki fingið møguleika fyri at meta um hetta samlaða og endaliga uppskot samgongunnar fyrr enn einaferð í gjár, tá ið útreiðslurnar bóltaðu inn á fíggjarætlanina.

 

Tað vilja vit átala. Og tað slóðar ikki fyri einum góðum samstarvi og fyri møguligari semju um fíggjarætlanina, at vit ikki kunnu fáa hendur á grundleggjandi tølum fyrr enn dagin fyri, at fíggjarætlanin skal samtykkjast.

 

Lesa vit málsgongdina, so síggja vit at leiðararnir í samgonguflokkunum mæla øllum nevndum til at leggja eitt samlað fíggjarætlanaruppskot fram, sum heldur seg til ein vøkstur á 3,5%. Men tað er langt frá tí.

 

Órógvandi at mann vil læna 57 mió. í allarbestu tíðum

 

Tað sum vit nú uppliva er, at meirilutin í Býráðnum vil tryggja sær eina lániheimild uppá 57 milliónir. Í absolutt allarbestu tíðum, vil mann altso fara út at lána pening til m.a. at fíggja ein alt ov høgan íløgukarm. Tað er í andsøgn við tey úttalilsi, sum vit hava hoyrt aftur og aftur, at samgongan er errin av at hava megnað at rinda skuld.

 

Minnilutin er samdur við meirilutanum, at tað er ein avbjóðing at fremja neyðugar uppraðfestingar av kjarnuuppgávum kommununnar - barnaøkinum og eldraøkinum, samstundis sum vit halda okkum til ein varligan útreiðsluvøkstur.

 

Og vit skulu og mugu uppraðfesta eldraøkið og barnaøkið. Og tað leggja vit í minnilutanum fram uppskot um.

 

Minnilutin vil hækka játtanirnar til heitar hendur munandi: 9 mió. til dagstovnaøkið og 6 mió. til eldraøkið.

 

Vit mæla til at hækka játtanina til normeringar á dagstovnaøkinum við 9 milliónum, og vit mæla til at hækka játtanina til raksturin av eldraøkinum við 6 milliónum. Og pengarnir til hesa uppraðfesting skulu vit finna við at umraðfesta annan rakstur. Tað eigur at bera til, tá ið vit kunnu staðfesta, at hækkingin í rakstrinum av kommununi hevur verið 314 milliónir síðani 2013.

 

Tað skal sterkur ryggur til at bera góðar tíðir

 

Tað er í góðum tíðum, at vit sum fólkavaldir politikarar skulu prógva, at vit eru før fyri at taka neyðugar politiskar avgerðir, sum tryggja haldføri og samhaldsfesti. Tað skal sterkur ryggur til at bera góðar tíðir – og tí skulu vit hava dirvi til at taka eisini minni populerar avgerðir, sum t.d. merkja at útseta verkætlanir og at minka um projekthugflog í kommununi.

 

Og tað leggur so uppaftur størri ábyrgd á okkum at finna fígging, so tað ber til at játta meira pening til heitar hendur  á dagstovnunum og á eldraøkinum og sostatt til starvsfólk á gólvinum, har sum børnini og tey eldru eru.

 

Minnilutin góðtekur ikki lántøku í bestu tíðum. Vit útseta íløgur og nýggjar verkætlanir og uppraðfesta børnini og tey eldru.

 

Minnilutin í Býráðnum hevur gjørt eitt uppskot til broytingar, sum eru neyðugar, skulu vit sleppa undan at økja um lántøkuna í býnum. Tað er bráðneyðugt. Vit góðtaka ikki, at tað er neyðugt at taka lán í allarbestu tíðum.

 

Vit síggja at kostnaðurin av byggiverkætlanunum í dag eru farnar flúgvandi til himmals. Fermetraprísurin er nú so høgur, at tað er bert eitt at gera, og tað er at steðga á, skrivar minnilutin í Tórshavnar Býráð.

 

Men heldur enn at steðga á, so koyrir meirilutin enn meira bensin á bálið, og fer at samtykkja eina íløguætlan á 293,6 milliónir í 2020. Umframt at Tórshavnar Havn skal brúka 67,2 milliónir. Tað er óhoyrt og ábyrgdarleyst.

 

Vit mæla til at steðga umbyggingini av dagstovninum á Flat. Tað merkir ein sparing uppá 38 milliónum. Á Frúutrøð stendur ein fínur og væl hildin skúli, sum vit bráðfeingis kunnu innrætta til dagstovn. Tað hevur víst seg at vera ein sera góð avgerð at skipa fyri barnaansing í Hoydølum. Har ber væl til at økja um barnatalið við smærri íløgum.

 

Spírin í Havnardali eigur at halda fram sum dagstovnur. Og sjálv meti eg, at skúlin í Kongagøtu, sum hoyrir til Skúlan á Fløtum, eigur at vera brúktur til sertilboðið, sum í løtuni húsast í Gula Skúla. Lat okkum vísa, at vit hava rygg til at geva børnum og ungum við tí størsta tørvinum virðiligar umstøður.

 

Síðani mæla vit í broytingaruppskoti til eina røð av smærri útsetingum, sum tilsaman geva eina minni útreiðslu uppá 60,1 millión í 2020 í mun til uppskotið hjá meirilutanum.

 

Eidarleiðslan skal takast av beinan vegin.

 

Síðst men ikki minst skjóta vit upp, at raðfesta dagstovnaøkið við 4 milliónum omaná ta uppraðesting,  sum meirilutin skjýtur upp – men at eindarleiðslan á dagstovnaøkinum verður avtikin og  ikki sett í verk. Og vit skjóta upp at raðfesta eldraøkið við 3 milliónum afturat teimum 3 milliónunum, sum samgongan skjýtur upp. Fíggingin skal fáast til vega við umraðfestingum í rakstrinum.

 

 

 

Vit vildu fegin gjørt eitt neyvari fíggjarætlanaruppskot til, hvussu umraðfestingarnar skulu gerast. Men við ongum dagførdum tølum, ber tað ikki til.

 

Men tað er tað, vit velja politikarar til at gera – og tað fara vit at taka uppá okkum, skrivar minnilutin í Býráðnum í Havn í kvøld í tíðindaskrivi.