Minnilutin: Mugu viðurkenna málsliga veruleikan

Tríggir av limunum í Málráðnum senda Bjørn Kalsø bræv, har tey mæla til at víðka stavraðið til 34 bókstavir

Tríggir av limunum í Málráðnum senda Bjørn Kalsø bræv, har tey mæla til at víðka stavraðið til 34 bókstavir.

 

- Eitt alfabet er ikki nøkur natúrlóg, men ein praktiskur listi við teimum bókstøvum, sum eru í brúki í einum máli.

 

Tað sigur minnilutin í Málráðnum – Randi Meitil, Hjalmar P. Petersen og Eivind Weyhe – í felags brævi til landsstýrismannin í mentamálum.

 

Tey trý mæla til, at løggilda, føroyska stavraðið kemur at síggja soleiðis út:

 

a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø

 

Í brævinum til Bjørn Kalsø vísir minnilutin á, at í føroysku orðabókini eru hesir 34 bókstavir brúktir.

 

- Tað er sostatt ikki samsvar millum veruleikan í sjálvari orðabókini, og tað sum stendur í rættskrivingarreglunum í somu bók, nevniliga at “Í føroyskum skriftmáli verða 29 bókstavir nýttir”, argumentera tey trý í minnilutanum.

 

Sjúrður Skaale: Føroysku stavirnir bert til pynt 

 

Víðari skriva tey trý -  Randi Meitil, Hjalmar P. Petersen og Eivind Weyhe - í brævinum til Bjørn Kalsø:

 

At V. U. Hammershaimb ikki tók stavirnar c, q , w og z við (x hevði hann við), var, tí at hansara skriftmál var skapt til at endurgeva siðbundið føroyskt mál við sínum arvorðum. Men føroyskt í dag er annað og meira enn arvorðini. Tað verður í dag myndað av arvorðum, tøkuorðum og fremmandaorðum. Og í summum av hesum verða stavirnir c, q, w, x og z brúktir. Tað er tann málsligi veruleikin í dag, sum vit eiga at viðurkenna. Reglur eiga at gerast fyri, nær stavirnir skulu nýtast, og nær ikki. T.d. nýta vit c í c-vitamin, c-moll, celsius, CO2 og cm. Vit nýta s fyri c í vanligum tøkuorðum sum sitrón, sitat, sement og sosialur. W nýta vit í watt og x í marxisma og sex. Stavirnar ks nýta vit í taksa, maksimalur og t.d. postboks. Sama prinsipp er galdandi fyri z og q, t.e. ortografisk purisma, sum longu er framd í verki í føroyskum orðabókum. Tann komandi Rættskrivingarorðabókin fer at vísa, nær omanfyri nevndu stavir og aðrir verða nýttir.

 

Brævið frá minnilutanum í Málráðnum til Bjørn Kalsø er dagfest í dag, sama dag sum meirilutin í Málráðnum boðaði frá sínari niðurstøðu um at einans 29 bókstavir eru í føroyska stavraðnum.

 

Les eisini: Avgerð tikin um føroyska stavraðið