Minnilutin í Leirvík fekk ikki viðhald

Innlendismálaráðið hevur viðgjørt kæruna frá einum minniluta í bygdarráðnum í Leirvík um vegaføring og bátahyl í bygdini og hevur avgjørt ikki at ganga kæruni á møti

Kæran snýr seg um framløgu av máli um støðutakan til uppskot frá Sp/f Selmar Nielsen, arkitektur, um nýggjan bátahyl á Toftanesi, og at hetta er í stríð við bygdarráðssamtykt frá 29. mai 2006 um nýggjan bátahyl og løgtingslóg frá 16. mai 2006 um vegaføringina í Leirvík.

Borgarstjórin metti seg hava heimild í bygdarráðssamtyktini frá 29. mai 2006 um nýggjan bátahyl, at brúka pening til at fíggja uppskotið frá Sp/f Selmar Nielsen, arkitekti, um nýggjan bátahyl og nýggja vegaføring í tí sambandi, og er Innlendismálaráðið av teirri fatan, at borgarstjórin ikki er farin út um heimildina í bygdarráðssamtyktini.

Sambært kommunustýrislógini kann landsstýrismaðurin ógilda avgerðir, sum kommunustýrið hevur tikið og sum er í móti lógini. Innlendismálaráðið metir ikki, at henda treyt er lokin og kann sum eftirlitsmyndugleiki ikki ógilda avgerðina hjá kommununi um, at Sp/f Selmar Nielsen, arkitektur, skal arbeiða víðari við uppskotinum um nýggjan bátahyl.

Tað er á hesum grundarlagi, at Innlendismálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at kæran um avgerðirnar hjá Leirvíkar kommunu í málinum um nýggjan bátahyl og um áheitan til myndugleikarnar um at broyta løgtingslóg nr. 60 frá 16. mai 2006 um vegaføring við Leirvík, ikki kann gangast á møti, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu.