Kæra
Í skrivinum frá minnilutanum, sum eisini sæst aðrastaðni í blaðnum, verður hvassliga funnist at avgerðini um at keypa Degns hús. Minnilutin sigur seg vera sannførdan um, at meirilutin als ikki hevur umsitið kommunurnar pening á ein forsvarligan og skilagóðan hátt, soleiði susm kommunulógin annars ásetir.
Minnilutin vísir millum annað á, at eingin virðismeting er gjørd av húsunum undan keypinum, og at eingin løgfrøðilig meting er gjørd av málinum, áðrenn avgerðin um keypið varð tikin. Hetta hóast kommunan fyri stuttum hevur sett ein løgfrøðing í starv. Hartil verður sagt, at kommunan á henda hátt gongur á odda fyri eini okring av sethúsaprísum í høvuðsstaðnum.
Partarnir verða hoyrdir
Hilmar Høgenni, deildarleiðari fyri kommunala umsiting í Innlendismálaráðnum, hevði enn ikki móttikið sjálvt skrivið, tá vit tosaðu við hann um málið. Og tí vildi hann ikki gera stórvegis viðmerkingarnir til, hvussu málið verður avgreitt.
- Men hetta verður sjálvandi viðgjørt sum øll onnur mál. Tað vil siga, at partarnir í málinum fáa hetta til umrøðu, og so mugu vit taka støðu til, hvat víðari skal henda í málinum, sigur hann.
Hilmar Høgenni vil ikki siga nakað um, hvørjar avleiðingar eitt slíkt mál møguliga kann fáa. Kommunlógin staðfestir tó, at politiski myndugleikin kann ábyrgdast, um talan er um óforsvarliga umsiting av borgarans peningi.
Einki við virðismeting at gera
Okkum eydnaðist ikki at fáa orð á borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen. Men varaborgarstjórin, Jógvan Arge, sigur, at sjálvandi kann minnilutin kæra tær avgerðir, sum eru tiknar í býráðnum.
- Tað er jú tað, sum vit hava ein kærumyndugleika til, og so mugu vit síggja, hvat fer at henda við málinum.
- Men í mínari verð hevur hetta málið einki við nakra virðismeting ella húsaprísir sum heild at gera. Hetta snýr seg um at verja umhvørvið í Miðbýnum. Og tá málið hevur gingið soleiðis, sum tað hevur gjørt, so var hetta tað, sum tað kostaði, staðfestir Jógvan Arge.