Hernaðarstýrið í Burma er fyri hvøssum atfinningum, eftir at tað er komið fram, at herurin hevur rikið meiri enn 4.000 fólk frá húsi og heimi seinastu vikurnar.
Hjálparfelagsskapurin Burma Free Rangers kunngjørdi herfyri, at hernaðarstýrið hevur rikið 18.000 fólk frá húsi og heimi síðani í februar. Tey hoyra til ein minniluta, sum heldur til har norðuri í landinum. Sambært hjálparfelagsskapinum eru nógv fólk tvingað til at flyta, og tey, sum seta seg upp ímóti boðunum, verða pínd og skotin. Tað ljóðar eisini, at herurin hevur lagt landminur nógvastaðni fyri at gera fólk ótrygg, so tey kenna seg noydd at flýggja.
ST hevur biðið altjóða samfelagið hjálpa teimum neyðstøddu, og í síðstu viku bað amerikanska stjórnin burmesiska hernaðarstýrið lata andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi leysa. Hon hevur sitið í húsavarðhalædi tey seinastu nógvu árini, og hernaðarstýrið hevur júst longt húsavarðhaldið, so hon skal sita avbyrgd eitt ár afturat.