- Grundleggjandi snýr tað seg um at tey, sum sita við valdið, altíð hava virðing fyri skipanini. Tað sigur Høgni Hoydal, sum vegna Tjóðveldi leggur fram uppskot um at broyta fleiri grundleggjandi viðurskifti, sum eru ásett í Stýrisskipanarlógini.
Sambært flokkinum er reyði tráðurin í øllum broytingunum at styrkja fólkaræðið, sum skal vera meira opið og viðkomand.
Tjóðveldi vil hava, at politiska skipanin í nógv størri mun enn í dag tekur atlit fyri minnilutunum. Gerast skal upp við tankan um at “meirilutin ræður.” Og tað verður best gjørt við at styrkja minnilutan. Skilt á tann hátt, at minnilutin fær nøkur amboð, soleiðis at ein triðingur av løgtinginum kann krevja eitt mál til fólkaatkvøðu.
- Endamálið er ikki í sær sjálvum at fáa mál út til fólkaatkvøðu. Men er hesin møguleikin inni í skipanini, so noyðir tað meirilutan at viðgera málini við størri virðing fyri minnilutanum. Harvið fáa vit eina betri og meira konstruktiva viðgerð av málunum, sigur løgtingskvinnan Gunvør Balle, sum hevur arbeitt við broytingunum vegna Tjóðveldi.
Henda minnilutaverja er longu inni í donsku skipanini. Hon er galdandi í fólkatinginum, men er tó ikki brúkt síðani 1963.
Men tað er ikki bara ein minniluti í løgtinginum, ítøkiliga 11 løgtingslimir, sum skulu hava møguleika at krevja mál til fólkaatkvøðu. Stendur tað til Tjóðveldi, so skulu 15 prosent av veljarunum kunna gera tað sama.
- Endamálið við hesum er at gera fólk tilvitað um tað, sum gongur fyri seg í politikki. Tað er eitt amboð, sum gevur fólki møguleika at brúka sín demokratiska rætt, eisini millum løgtingsvalini. Eisini hetta amboðið noyðir politisku skipanina at viðgera ymsu stórmálini við neyðuga neyvleika og virðing, argumenterar Gunvør Balle.
Innlit
Týðandi partur av fólkaræðinum er eisini at geva almenninginum innlit í allar avgerðir.
- Sum útgangsstøði skal innlit gevast í øll almenn viðurskifti og alla málsviðgerð. Og tað skal ikki bera til at gera serstakar lógir, sum áseta undantøk frá almennum innliti, sigur Høgni Hoydal við greiðari tilsipan til tunnilslógina hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í innlendismálum.
Sambært Tjóðveldi skal henda broyting í Stýrisskipanarlógini fylgjast upp við broyting í innlitslógini. Eisini vil flokkurin hava innlitslógina at vera galdandi, eisini fyri almenn partafeløg.
- Tað snýr seg um at tryggja alment innlit sum eini borgararættindi, sigur Høgni Hoydal.
Slætt borð
Tjóðveldi vil eisini minka valdið hjá løgmanni, sum í dag røkkur tvørtur um eitt løgtingsval. Flokkurin førir fram, at í dag liggur ein o?viðgjørdur og o?grundaður valdsfyrimunur hja? einum valdum løgmanni. Hann kann bæði senda tingið til hu?s og kann verða sitandi sja?lvur eftir eitt val, líka til hann fær ein meiriliuta i?mo?ti sær. Ennta? kann ein løgmaður beint eftir eitt ny?val, sum ikki fellur til hansara fyrimuns, skriva út val og senda ny?ggja tingið til hu?s.
- Hetta snýr seg um at styrkja fólkaræðið og skapa javnvág í politisku skipanini eftir eitt løgtingsval. Talvan má viskast rein, argumenterar Høgni Hoydal.