Løgmaður hevur í morgun staðfest, at ikki ber til at skipa eina breiða samgongu við øðrum av stóru andstøðuflokkunum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevði fundir við Sambandsflokkin mánadagin og við Fólkaflokkin týsdagin, men bæði Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, og Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, gjørdu greitt, at teir ynsktu ikki at gerast partur av samgonguni. Báðir gjørdu greitt, at byrjast skuldi við blonkum pappíri.
Eftir at hava fundast um støðuna gjørdi løgmaður av, at royna eina minnilutasamgongu við Sjálvstýrisflokkinum sum stuðulsflokki.
Tað er eingin loyna, at tað hava verið nógvar ósemjur í samgonguni, og Gerhard Lognberg hevur meldað seg úr tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. Hvussu støðan er við Heina O. Heinesen er eitt sindur ógreitt, men løgmaður roknar við, at hann er partur av Tjóðveldi og harvið verður við í valbólkinum hjá samgonguni.
- Seinast eg visti var Gerhard Lognberg ikki partur av valbólkinum hjá samgonguni, og tað hevur eina reint matematiska ávirkan á talið av nevndarsessum, sigur løgmaður.
Spennandi avbjóðing
Sum ført hevur verið fram fleiri ferðir, er ein minnilutasamgonga ikki roynd í Føroyum áður. Men Jóannes Eidesgaard sigur, at tá tað ber til í londunum uttan um okkum, so er eingin orsøk til, at tað ikki eisini skal kunna bera til í Føroyum.
- Tað liggur okkum nú á hjarta, at fáa minnilutasamgonguna upp at standa og vísa, at hon er arbeiðsfør í verki, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann sigur, at tað hevur veirð fokuserað ógvuliga nóg upp á ósemjur, og róð verður upp undir, at einki er fingið av skaqfti hjá hesari samgonguni.
- Men hetta er ikki rætt. Vit hava avgreitt útlendingamálið, sum er eitt risastórt mál. Og vit hava avgreitt fleri onnur mál, so at siga, at einki er komið av skafti, er ikki rætt, sigur løgmaður.
Hann er sannførdur um, at talan verður um eina spennandi avbjóðing, sum liggur fyri framman.
- Hetta fer at krevja meiri av øllum, bæði landszstýrisfólkum og tinglimum. Men tað fer samstundis av merkja, at øl verða meiri inndrigin í málini og í politisku viðgerðina, sigur løgmaður.
Løgmaður fer nú at heita á tingformannin um sum skjótast at kalla tingið saman til tess at fáa nevndirnar valdar av nýggjum.