Sunnudagin fer Anna Malena Gilstón at halda ein fyrilestur á Seglloftinum á Tvøroyri um viðurskifti hjá minnilutum í samfelagnum. Í fyrilestrinum fer hon at tosa um sosiala sambandið og valdssambandið millum minniluta og meiriluta.
Áhugin hjá Onnu Malenu Gilstón at nema sær útbúgving í minnilutaviðurskiftum, er sprottin úr hennara egnu lívsviðurskiftum, har hon hevur verið føroyingur í Danmark, Russlandi og Marokko.
Eisini hevur Anna Malena verið gift við einum marokkanara og ikki minst hevur børn, sum eru vaksin upp í føroyskari, danskari og marokkanskari mentan.
Fyrilesturin verður klokkan 15.00 sunnnudagin og tað eru valkyrjurnar, sum skipa fyri. Tey ætla at taka 100 krónur frá teimum, sum hava hug at lurta og harð verður eisini høvi til at fáa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið