Minnilutadiktatur?

Ein politiskur flokkur, sum tiltuskar sær meira vald, enn veljarin hevur givið við sokallaðum alliansum fyri at gerast líka stórur sum vinnarin, hevur eftir mínum tykki sett skeiva kós, líkamikið um nógv halda tað er smart, ella væl telvað.
Í Sosialinum frá 8. juni í ár ger Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, viðmerkingar til valið 2002, til okkara stýrisskipan frá 1948 og til nýggju stýrisskipanina frá 1994.

J. S. viðgerð hugtakið samgonga, og skrivar, at vit við skipanini frá 1948 politiskt hava livað við eini skipan, sum í veruleikanum bygdi á meirilutadiktatur heldur enn vanligt parlamentariskt demokrati.
Síðani verður nýggja stýrisskipanin umrødd, og har verður staðfest, at vit nú hava fingið eitt meirilutalandsstýri. Nú eitur tað ikki longur eitt meirilutadiktatur.
Ein sera løgin niðurstøða, tá hugsað verður um, hvussu hetta landsstýrið kom til valdið.
Løgmaður hevur við nýggju stýrisskipanini loyvi at gera júst tað, sum hann hevur gjørt, men mannagongdin hevur lítið við vanligt parlamentariskt demokrati at gera.
Størsti flokkur við 7.948 atkvøðum fekk ongantíð møguleikan at samráða seg fram til ein parlamentariskan meiriluta. Næststørsti flokkurin við 7.240 atkvøðum fekk heldur ikki møguleikan, og tristørsti flokkurin við 6.371 atkvøðum fekk heldur ongan møguleika.
Flokkurin sum gjørdist nr. 4 við 20,8 % av atkvøðunum, og sum misti undirtøku, var tann einasti sum fekk møguleikan at samráða seg fram til eina samgongu, sum líkaði honum best ella næstbest.
Løgmaður forðaði fleiri samgongumøguleikum: A.B.C. - A.B.C.H. - A.C.E. - A.C.E.H. - B.E.D. - B.E.D.H. og tað gjørdi hann, hóast allar góðu ein parlamentariskan meiriluta, og tískil eigur skipanin frá 1994 at vera endurskoða, soleiðis at ein formansrunda altíð kemur upp á tal aftan á eitt løgtingsval.
Tað kann vera, at vit kortini fingu somu samgongu aftan á eina formansrundu, men tá hevði talan verið um eina samgongu, sum varð skipa eftir mínum tykki, demokratiskari mannagongd.
J. S. endar sína viðmerking við at skriva um følsk lyftir - tað var betur ógjørt fyri ein fyrrverandi løgmann.
Skrivað verður eisini um, hvussu nógv samríkisflokkurin C hevur klistrað seg til hin samríkisflokkin B. Men hóast als einki klistur hevur verið millum C. og B., so gloymir J. S., at hansara flokkur hevur brúkt nógv meira enn klistur, hann hevur beinleiðis niðurbundið D. fyri harvið at forða teim mongu samgongumøguleikum, sum nevndar eru frammanfyri, og fyrst nú eftir at samgonguskjalið er undirskrivað, hevur Ùtvarpið boðað frá, at bindingin millum A og D er avtikin, soleiðis at D nú aftur en ein fríur flokkur.
Annars fer undirritaði at gera alt fyri at arbeiða konstruktivt tey næstu fýra árini og taka undir við uppskotum, sum eg meti eru til gagns fyri Føroya fólk, líkamikið um meiriluti ella minniluti eigur uppskotið, og sjálvandi eisini um flokkurin hjá J. S eigur uppskotið.