Minniluta stjórn – ja, hví ikki?

Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður

----

 

Tvørpolitistiskt samstarv: Í politisku skipan okkara, er tað ein sannroynd,at ein meiriluti finnur saman, ger samgonguskjal og myndar eina samgongu. Hesi skipa so landsstýrið. Hin parturin verður so í minniluta – ella í andstøðu.

Grundað á samgonguleistin leggur so landsstýrið mál fyri tingið, sum vanliga vinna frama við undirtøku av samgongulimum. Hóast andstøðuni stendur frítt at stuðla ella taka undir við landsstýrisuppskotunum, so er tað tó ein sannroynd, at hon mangan ikki ger tað!

Nú veldst um uppskot og her eigur at havast í huga, at tað er samgongan, sum í skjali hevur sett kósina og leggur ætlanir samsvarandi. Ein “heildar politikkur” sum ætlandi skal fremjast í einum valskeiði. Tí má tað vera skiljandi, at um uppskot frá andstøðuni hava órógvandi, fyri ikki at siga, forðandi ávirkan á politisku ætlanir samgongunnar, ja, so er tað eyðsæð, at tey ikki kunnu rokna við at fáa undirtøku frá samgonguni.

Samgongan hevur eitt “samgonguskjal”. Andstøðan hevur einki “andstøðuskjal” – og førir heldur ikki nakran niðurfeldan “heildarpolitikk”

 

Spurningur um raðfesting

Spurningurin er eisini um raðfesting. Í “heildarætlan” samgongunnar, er tað ikki vist, at andstøðan raðfestir á sama hátt(um hon í heila tikið raðfestir) sum samgongan. Hetta kann so eisini vera ein orsøk til, at andstøðu uppskot ikki vinna frama, sjálvt um uppskotini kunnu tykjast skilagóð í sjálvum sær.

 

Bólturin má sparkast

Fortreytin fyri slíkum samstarvi er, at spælararnir leggja áherðslu á, at sparka ”bóltin” og ikki at sparka hvønn annan á skinnabeinið.

Slíkt tvørpolitiskt samstarv hevði av sonnum staðið sína roynd í eini “minniluta” stjórn. Í 10 ár megnaðu danskir politikarar á sinni undir leiðslu Schlüters slíkt samstarv! Aðrir hava somuleiðis megnað tað!!

 

Neyðugt við hugburðsbroyting

Nú fortreytirnar hjá samgonguni tykjast broyttar , er gylt høvi at royna eina “minniluta stjórn”. Eitt slíkt samstarv hevði ført við sær, at møguleikin fyri “breiðum semjum” øktist, sum uttan iva uppá longri sigt vildi verið samafelagsgagnligt. Kanska kom slík roynd eisini at gerast grundarlag fyri framtíðar politiskum stabiliteti.

Neyðugt er við hugburðsbroyting skal slíkt eydnast og stillar hetta stór krøv til partarnar, samstundis sum havast má í huga, at slíkt tvørpolitiskt samstarv eydnast bert í mun til politiskan búnaskap , dirvi og viljan hjá avvarðandi politikarum at skriva søgu og royna slíkt politiskt áralag..

 

Eiði, tann 24. juli 2008