Minniligur dystarendi: Mjølnir-ÍF 0-3 (Rás2)

(Rás2) Endurhoyr spennandi dystarendan norðuri í Klaksvík, har ÍF vann 31-29 í triðja og avgerandi setti

ÍF er nýtt oddalið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.

 

Tað er veruleiki aftaná 3-0 sigurin hjá ÍF ímóti Mjølnir í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

Hóast 3-0 sigurin, so vóru fyrsta og serliga triðja sett sera jøvn og spennandi.

 

ÍF vann fyrsta settið 26-24, annað settið 25-16, og tað ótrúliga triðja og seinasta settið endaði 31-29 til ÍF.

 

ÍF hevur 24 stig og Mjølnir hevur 23 stig. Fleyr hevur 18 stig og SÍ hevur 7 stig.

 

Fleyr vann 3-2 á SÍ í Gundadalshøllini. Settmunurin har var 29-31, 25-21, 21-25, 25-22 og 15-11.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr avgerandi bóltin í øðrum setti. Óli G. Samuelsen segði frá dystinum á Rás2 og Berit Norðoy Vilhelmsen var viðmerkjari.


2) Hoyr sera spennandi dystarendan. Vit komu inn tá støðan gerst 26-26, og vit hoyra settið koppa aftur og fram millum liðini til ÍF at enda vinnur 31-29. 

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Steffan R. Olsen hjá Mjølnir hoyrist HER

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Bartal Eliasen hjá ÍF hoyrist HER