Minniligasti minutturin í ítróttarhøllini í Vági nakrantíð

Gleðin er óendaliga stór suðuri í Vági. À heimavølli hava kvinnurnar hjá VB vunnið 24-19 á Stjørnuni í tí seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Talan gjørdist um ein samlaðan javnleik 44-44, men VB hevur skotið eitt mál meira á útivølli, og tað verða tí tær, sum møta Neistanum í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn. Fyrra hálvfinalan endaði 25-20 til Stjørnuna

 

Stjørnan varð á odda 10-9 í steðginum, og tá ein lítil minuttur var eftir var VB á odda 22-19. VB mátti skora tvey mál uppá eina lítla løtu, og tað eydnaðist, og talan gjørdist um tann mest minniliga minuttin í ítróttarhøllini í Vági nakrantíð.

 

Gurið Mortensen hjá VB segði aftaná dystin, at tað var ein ótrúlig kensla, og tað var tað mest ótrúliga hon hevði upplivað nakrantíð.

 

Á myndini stendur hon ovurfegin í práti við ein vælupplagdan Trónd Arge á Rás2 beint eftir dystin.

 

Durita Christophersen hjá Stjørnuni segði, at skaðin hjá teimum var ikki bara tann allarseinast løtan, men heldur, at tær ikki tóku av møguleikanum nógv fyrr í dystinum.

 

Tað ber til at hoyra tann seinasta minniliga minuttin av dystinum, tá Tróndur Arge seðgi frá á Rás2, umframt samrøðurnar Tróndur hevði við Gurið Mortensen og Duritu Christophersen aftaná dystin undir greinini.