Minniliga korterið hjá AaB á Old Trafford

AaB prógvaðaiígjár, at teir eru væl brynjaðir til UEFA-Cup kappingina komandi vár

Fótbóltur

 

Í bólki E hevði Manchester United satt at siga meira at spæla fyri enn danska AaB, sum vitjaði á Old Trafford ígjárakvøldið. Eftir ætlan legði Carlos Tevez Manchester United á odda, tá tríggir minuttir vóru farnir, og fleiri byrjaðu at ímynda sær enn ein stórsigur til heimaliðið. Men norðurjútlendingarnir, sum hava tryggjað sær 3. plássið í bólkinum vildu tað øðrvísi. Tá farið varð út um tann hálva tíman javnaði Michael Jacobsen fyri danska liðið, og tveir minuttir inn í 2. hálvleik legði Jeppe Curth danska liðið á odda 2-1, og tøgn valdaði á Old Trafford. 5 minuttir seinni javnaði Wayne Rooney til 2-2, og nú væntaðu summi, at nú fór United at leggja seg framum aftur. Men AaB stríddi ein ávísan likamslut úr brókunum, og togaðu teir ein søguligan javnleik heim á Old Trafford. Venjarin hjá AaB, Allan Kuhn segði aftaná dystin, at talan varð um størsta stigið, sum AaB hevur fingið í longu søgu sínari. Argandi legði hann aftrat, at tað hevði bara verið ein sigur á Liverpool, sum hevði verið størri. Tíbetur fyri United ynskti Celtic at enda bólkin væl. Celtic vann á heimavølli á Celtic Park 2-0 á sponsku Villareal, so United fór avstað við 1. plássinum í bólkinum. Shaun Maloney legði Celtic á odda, aftaná 14 minuttirs spæl, og tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Aiden McGeady sigursmálið til 2-0. Celtic er uttan iva størsta Jekyll og Hyde liðið í Evropa. Teir eru eiðasørir á útivølli, meðan tað er ógvuliga langt ímillum, at teir ikki fáa stig á heimavølli.

 

Bayern vann málríkan dyst

Bayern München vitjaði í Lyon, har liðini skuldu stríðast um 1. plássið í bólki F. Bayern spældi ein ótrúliga góðan 1. hálvleik, har teir løgdu seg á odda 3-0. Miroslav Klose skoraði longu í 12. minutti, Franck Riberý økti til 2-0, tá 34 minuttir vóru spældir. Tríggjar minuttir seinni økti Miroslav Klose til 3-0. Lyon vaknaði í 2. hálvleiki. Tíðliga í 2. hálvleiki minkaði Sidney Givou um munin til 1-3, og heimafjøldin byrjaði at vakna. Tá so supertalentið, Karim Benzema skoraði til 2-3 miðskeiðis í 2. hálvleiki byrjaði heimafjøldin at tevja eitt veruligt comeback. Men Bayern helt støðuni, og 1. plássinum. Fiorentina tryggjaði sær pláss í UEFA Cup kappingini við at vinna 1-0 á Steua Bukarest á útivølli. Gillardino skoraði einasta málið í dystinum, miðskeiðis í 2. hálvleiki.

 

Porto koppaði Arsenal

Arsenal misti 1. plássið, tá teir vitjaðu FC Porto. Porto vann 2-0 við málum, sum Bruno Alves og Lisandro Lopez skoraðu báðumegin hálvleikssteðgin. Í tí vetrarkalda Kiev trivust turkarnir ikki væl, og úrslitið varð, at Dynamo Kiev vann 1-0 á Fenerbache. Málið fall aftaná 20 minuttirs spæl, og gjørdist Roman Eromenko matchvinnari fyri Dynamo. Í bólki D varð tað nóg mikið hjá Juventus at fáa ein javnleik ímóti hvítarussisku BATE Borisov fyri at vinna bólkin. Og italiumonnum líkt, so fekk Juventus til høldar tað úrslitið, sum júst varð nóg mikið til at vinna bólkin. Liðini deildu stigini við einum 0-0 javnleiki, og BATE fekk enn eitt gott minni frá ársins kapping. Real Madrid sær longu út til at hava fingið gagn av venjaraskiftinum. Fyrsta royndin hjá Juande Ramos varð sera væleydnað, og vann Real Madrid 3-0 á UEFA Cup og Super Cup vinnarunum, Zenit Leningrad. Raul skoraði í 25. minutti, Arjen Robben økti, tá 50 minuttir vóru farnir. Í 57. minutti skoraði Raul aftur til endaliga úrslitið 3-0. Og Real Madrid tykjast nú betri brynjaðir til stórdystin í La Liga ímóti FC Barcelona á Camp Nou leygarkvøldið.