Tað vóru munandi færri yvirgangsatsóknir í fjør enn í 2010, og tær flestu av teimum, sum vóru, vóru í Miðeystri og í Suðurasia. Tað stendur at lesa í einari frágreiðing frá amerikanska uttanríkisráðnum. Uppgerðin vísir, at tilsamans vóru 10.238 yvirgangsatsóknir í 2011, og at tað var 11,6 prosent færri enn í 2010, tá atsóknirnar vóru 11.641 í tali.
Tær flestu atsóknirnar í fjør vóru í Miðeystri og í Suðurasia, og Afghanistan, Pakistan og Irak eru tey londini, sum eru best umboðað í uppgerðini.
Uppgerðin hjá uttanríkisráðnum í Washington sigur, at 12.533 fólk doyðu í yvirgangi í fjør ella 600 fleiri enn í 2010. 26.000 vórðu særd. Til samanberingar verður nevnt, at í 2007 doyðu næstan 23.000 fólk í yvirgangsatsóknum, og meiri enn 44.000 vórðu særd.