Minni vindur um vikuskifti

Veðrið í dag. Tað verður vindur av útnyrðingi og norðri, 5-10 m/s. Tað verður skiftandi veður við ælum, men eisini løtur við sólglottum. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og trý hitastig.
Vindurin minkar í nátt og kemur av landnyrðingi, 8 m/s. Turt fyri tað mesta og tað klárnar. Hitin í nátt fer at liggja millum trý kuldastig og tvey hitastig.

 

Veðrið í morgin. Vindurin fer at liggja millum 5-10 m/s av eystri og landsynningi, sum út á dagin veksur upp í 8-13 m/s, sum snarar í útnyrðing. Ta verður samdrigið og ælaveður.
Hitin er liggja millum eitt og fýra stig.

 

Sunnudagin fer vindurin at liggja millum 8-13 ms av útsynningi, sum seinni snarar í ein vestan og landnyrðing.
Tað verður skiftandi veður við ælaveðri og møguleiki fyri kava eisini. Hitin fer at liggja um fimm stig, sum seinni fellur niður millum eitt og fýra stig.