Minni vindur seinni í dag

Hitin kemur upp í 12 stig í dag

Danska verðurstovan DMI roknar við minni vindi seinnapartin í dag.

Fyrrapartin verður tað millum 10 og 15 m/s av suðri og landsynningi. Seinnapartin minkar vindurin, og sum frálíður verður tað millum 5-10 m/s av suðri og landsynningi.

Tað verður skíggjað verður og onkur æl, men í nátt verður tað klárari og turt mesta av tíðini.

Hitin í dag verður millum 8 og 12 stig.